Oddsini eru næstan jøvn millum HB og Víking

Her eru oddsini upp á fyrru hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið millum HB og Víking

Í annaðkvøld klokkan 18.30 byrjar fyrra hálvfinalan í kappingini um løgmansteypið millum HB og Víking á ovara vølli í Gundadali í Havn.

 

Talan er um fremstu liðini í Betrideildini, sum bæði hava 30 stig av 33 møguligum í landskappingini.

 

Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin eru næstan jøvn millum liðini.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til HB eru 2,41.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 3,41.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til Víking eru 2,55.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##