Klokkan 19 í kvøld byrjar grannauppgerðin í Betrideildini hjá monnum millum Skála og B68 undir Mýruhjalla á Skála.
Skála hevur fýra stig aftaná tey fyrstu seks umførini, meðan B68 hevur eitt stig. Bæði liðini hava givið toppliðum ein skarpan gang, og hava tapt tepurt í hesum dystunum.
Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkunum, ið lata odds upp á dystin millum Skála og B68 eru næstan jøvn. Tó hella tey eitt pinkalítið vet til Skála.
Miðaloddsini upp á heimasigur til Skála eru 2,30.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 3,54.
Miðaloddsini upp a útisigur til B68 eru 2,66, so oddsini eru sera jøvn.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##