info
Ongi úrslit

Triðja fantasybókin hjá Elini Michelsen er komin

Nú er triðja og seinasta bókin í fyrstu føroysku fantasyrøðini komin. Feigdarfræ er endin av tríverkinum um huldugentuna Tóru og hennara stremban eftir at finna út av, hvør hon er. Elin Michelsen hevur skrivað bøkurnar um Tóru.

Eirikur Lindenskov
21. mai 2024 kl. 12:46

Um bókina:

Veggir, sum skrambla saman, armystivlar við skitti og blóði. „Tú ert deyð og ein mordari!”

Orðini hjá Róari duka í høvdinum á Tóru. Hevur hon veruliga dripið eina gentu? Billa er horvin, og Róar hevur tikið ræðið á skúlanum. Hvørja løtu væntar hon at blíva blakað úr skúlanum, og fólk halda seg burtur frá henni. Tíbetur hevur hon kvartin at líta á, men hvussu við Leika?

Gávurnar hjá Tóru gerast sterkari og sterkari, men hvussu leingi kann hon halda eldinum í skríninum niðri?

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út.

Um rithøvundin:

Elin Michelsen er fødd í 1973 í Havn og býr í Hoyvík. Hon er útbúgvin innan samskifti og arbeiðir í Kringvarpi Føroya. Sum fastur gestur á bókasavninum undir uppvøkstrinum gjørdust hillarnar, har ævintýrligu verurnar hildu til, hennara fyrsta val, og hava verið tað líka síðan. Rimarúmið var fyrsta bókin eftir Elina, Vanvarði onnur bókin, og Feigdarfræ er síðsta bókin í tríverkinum um huldugentuna Tóru.

Bókaframløga:

Mikukvøldið 22. mai kl. 19 skipar Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri bókaframløgu á Reinsarínum við Feigdarfræ. Sanna Klein, bókmentafrøðingur, fer at práta við Elina um bókina, og Ragnar Finsson spælir nøkur løg. Bókin verður til sølu fyri serprís og til ber at keypa sær okkurt kalt ella heitt at drekka. Høvið verður at hitta rithøvundin og fáa bókina signeraða.

Tiltakið er alment og ókeypis!

 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

21 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

Í gjár kl. 21:48

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Fyrrverandi borgar­stjóri er nú vara­borgar­stjóri í Vestmanna

1 tími síðan
Fótbóltur

Høvdu vunnið seks av seks dystum - taptu fyri Andorra á fyrsta sinni

1 tími síðan
Tíðindi

Eyðdis vil hava aldursmark – Jacob hevur ongar ætlanir

2 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ætlar ikki at strika toll og avgjøld

3 tímar síðan
Tíðindi

Heystfagnaðarskráin 2026 er tøk

3 tímar síðan
Tíðindi

53 milliónir meira til gransking og menning

3 tímar síðan
Tíðindi

Fyrsta føroyska váða­mynd­in verð­ur klár í nov­em­ber ella desem­ber

5 tímar síðan
Fótbóltur

Eitt stig til B68 og sjey stig til Víking

5 tímar síðan
Tíðindi

Almenn byggisamtykt endurskoðað og góðkend

5 tímar síðan
Tíðindi

SSL skal gjalda: Havnin vil ikki víkja frá avtalu

5 tímar síðan
Tíðindi

SSL-skip skulu ikki frítakast fyri at gjalda

6 tímar síðan
Tíðindi

Nato ávarar Russland

7 tímar síðan