Oddvá Nattestad 60 ár

Í dag, fríggjadagin 14. mars, verður Oddvá Nattestad í Havn 60 ár. Hon er dagligur leiðari í sjónleikarahúsinum í Havn.

Oddvá er ættað úr Syðrugøtu. Foreldrini vóru Hanna og Leon Joensen. Hon var úr Syðrugøtu, og hann var úr Froðba. Tey fingu fimm børn: Jórun, Líggjas, Jógvan Salemon, Oddvá og Helgi. Jórun býr á Argjum, Líggjas og Oddvá í Havn, Jógvan Salemon í Syðrugøtu og Helgi í London.

Oddvá fór á læraraskúla í 1966, og har gekk hon í flokki eitt nú saman við Niels Nattestad, sum hon giftist við. Í fyrstu atløgu las Oddvá í tvey ár. So varð hon mamma tvær ferðir og vikarur í Adventistaskúlanum í tvey ár. Í 1976 leyk hon læraraprógv, og hon hevur verið lærari í Eysturskúlanum 1976-81, í Hoyvíkar skúla 1989-2000 og í Kaldbak 2006-2007.

Tá ið hon fyri tveimum árum síðani í bláa stólinum her í blaðnum varð biðin at lýsa seg sjálva við trimum orðum, svaraði Oddvá impulsiv, spent og forvitin. Hetta eru eginleikar, sum hon hevur havt ágóða av í samskipandi arbeiðunum, sum hon hevur havt innan mentanarlívið. Hon gjørdi barnaútvarp 1981-87, og hon arbeiddi á Kunningarstovuni hjá Tórshavnar býráð 1987-89.

Oddvá var samskipari av Listastevnuni, sum var í Norðurlandahúsinum 2000-2006, og síðani 2007 hevur hon verið dagligur leiðari í sjónleikarahúsinum. Áhugin fyri sjónleiki stavar heilt frá ungum av. Oddvá hevði staðið á palli í Gøtu, áðrenn hon kom til Havnar. Hon hevur verið við í fleiri leikum í sjónleikarahúsinum, nevndarlimur og formaður í Havnar Sjónleikarafelag og nevndarlimur í Meginfelag Áhugaleikara Føroya MÁF. Harafturat hevur hon eitt nú verið nevndarlimur í Nordisk Amatørteaterråd NAR, og 1981-84 var hon í barnabókaheiðurslønarnevndini hjá Tórshavnar býráði.

Oddvá dámar væl at ferðast, og hon hevur nógv sambond uttanfyri landoddarnar. Eitt nú lærdi hon nógvar útlendingar at kenna, tá ið hon var leiðari av listastevnuni.

Oddvá er gift Niels Nattestad. Tey eiga trý børn – Finnbjørg (1968), Beinta (1969) og Ásbjørn (1979). Tær báðar búgva í høvuðsstaðnum, og Ásbjørn býr í Keypmannahavn. Ommubørnin eru níggju í tali. J