Øðrvísi eplafestivalur á Sandi

Í Trøðum á Sandi er at kalla allur býlingurin pallur fyri einum spennandi og øðrvísi festivali, har epli er høvuðsleikarin. Festivalurin byrjar í morgin leygardagin 3. oktober.

Í Trøðum á Sandi er at kalla allur býlingurin pallur fyri einum spennandi og øðrvísi festivali, har epli er høvuðsleikarin. Festivalurin byrjar í morgin leygardagin 3. oktober.

 

Tey hava sett upp eina drúgva og rúgvusmikla skrá, sum byrja kl. 10 á morgni og endar ikki fyrr enn kl. 3 um náttina, tá ið bussur fer rumt um í oynni við fólkunum til húsa aftur. Mikið meria fæst at vita á Facebook undir heitinum Eplafestivalur https://www.facebook.com/eplafestivalur?fref=ts

 

Eitt uppskot er:

Kom við tínum besta eplarætti á Eplafestivalin leygardagin og luttak í kappingini um at vinna heitið “Ársins eplarættur 2015”.

 

Suppa, søtt, afturvið, omaná, høvuðsrættur, bakstur – tú kann alt! Bara epli eru ein høvuðs-ingrediens! Ein dómsnevnd velur besta rættin. Seinasta freist at lata rættin hjá tær inn er kl 12.00 leygardagin, í Trøðum á Sandi!

 

Sig frá á Kunningarstovuni, 222078 og á info@visitsandoy.fo, um tú ætlar at vera við.
Umframt heiður og heiti, fær vinnarin eina vakra eplaskeið, sum felagsskapurin Rejoice Together letur.

 

“Rejoice Together” er eitt toymi, ið savnar pengar til vælgerandi endamál, bæði her heima og úti í heiminum. Alt yvirskotið fer til valdu endamálini. Ætlanin er eisini at stovnseta ein grunn, sum fólk kunnu søkja stuðul úr.

 

Sí skránna niðanfyri:

So er skráin fyri Eplafestivalin klár:

10.00 Eplafestivalurin letur upp.

10.00 Garðssøla á hoyloftinum í Uttastovu letur upp. Røtur og annað at smakka.

10.00 Sølutorg í kjallaranum hjá Minni letur upp. Fleiri ymsir seljarar. Heimavirkað, myndir, bomm, fiskur, kandifloss og annað.

10.00 Tey fletta inni á Fløtum! Fólk eru vælkomin at vera við! Søla av nýflettum lambskjøti, kaffi og kaka fæst til keyps.

10.00 Mini-djóragarðurin í Skemmuni letur upp. Eisini verður pony-ríðing. Inntøkurnar fara til vælgerandi endamál.

10.00 Tak tíni egnu epli upp – í veltunum á Sandafløttinum. Tak upp og keyp eftir vekt.

10.00 Heimamatstovan “Eplamamman” letur upp. Morgunmatur fram til middags, síðani heitir rættir.

10.00 Kaféin í Beitinum letur upp. Eplapitsa, eplasúpan og eplakaka eru á matarlepanum.

10.00 Heimamatstovan “hjá systrunum á Kinn” letur upp. Vaflur og kaffi eru at fáa.

12.00 Rættirnir, sum kappast um at vera “ársins eplarættur” skulu latast inn á sølutorginum.

12.00 Kapping í eplakasti – longdarkast fyri menn, kvinnur og børn. Tilmelding á staðnum.

13.00 “Ársins eplarættur” verður kosin

13.00 Kappingar fyri børn, myndaskattaveiða runt í Trøðum.

15.00 Pubbin “hjá Jógvan-gubbanum” letur upp

16.00 Marknaðurin letur aftur

16.00 Heimamatstovurnar lata aftur

16.00 Søgur á pubbini - “Lív og levnaður í Trøðum”

19.00 Pubbin letur aftur fyribils

19.00 Heystgildi í bilverkstaðnum hjá Kristiani í Miðstovuni. Leif Sørensen borðreiðir við heystarrættum.

23.00 Pubbin letur uppaftur

23.00 Dansur á verkstaðnum í erva – Flemming og vinmenn spæla

03.00 Takk fyri í ár! Bussur koyrir runt í oynni.