Nú Gekkurin er komin upp á 1,2 milliónir hava vit kanna eftir, um børn hava loyvi at vinna upphæddina.
Tú kanst saktans koma í iva um, hvør hevur loyvi at spæla - og serliga at vinna - stórar upphæddir í eydnuspølunum.
Og tað kann gerast serliga áhugavert, nú Gekkurin er komin upp á heilar 1,2 milliónir krónur í annaðkvøld.
Men sambært Bjørn á Heygum, sakførara, er einki í lógini, sum forðar nøkrum í at spæla við í eydnuspølum.
- Lógin er frá 1987, og har stendur einki um, hvør kann taka lut og einki um, hvør ikki kann spæla við. Tað má tí gangast út frá, at øll kunnu taka lut í eydnuspølum. Har finnist í hvussu er einki aldursmark, sigur Bjørn á Heygum.
Tað er heldur einki í lógini, sum setur nakað forboð hjá teimum, sum skipa fyri eydnuspølum.
- Har finnist stutt sagt einki, sum forðar fyri, at nakar kann taka lut í eydnuspølum, uttan mun til aldur, sigur Bjørn á Heygum.