Øll kunnu verða við – roynd sum óroynd

Tað, sum eyðkennir heilsufótbólt, er, at spælt verður á smærri økjum og í smærri bólkum

Í Sørvági byrja tey nú aftur at venja heilsufótbólt, og venjingarnar verða í fimleikarhøllini í Sørvágs skúla.

 

- Heilsufótbóltur er fyri borgarar 60+, og vant verður týskvøld frá klokkan 18-19, siga tey í Sørvágs kommunu í dag.

 

Men, hvat er heilsufótbóltur?

 

- Heilsufótbóltur er ikki nakað nýtt fyribrigdi, men hevur áður ikki verið beinleiðis málrættaður til hendan aldursbólkin. 

 

Í Sørvágs kommunu vísa tey á, at tað, sum eyðkennir heilsufótbólt, er, at spælt verður á smærri økjum og í smærri bólkum.

 

- Hetta er sostatt ein øðrvísi háttur at spæla fótbólt, og lagt verður veruliga upp til, at øll kunnu vera við – roynd, sum óroynd