Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at øll partrolarapørini eru til fiskiskap í løtuni.
- Fiskiskapurin er smáligur, men vit vænta, at flestu pørini koma inn at landa í næstu viku.
Av djúpvatnstorlarunum fiska tveir svartkalva. Ein hevur verið á Íslandsrygginum, men fer væntandi at fiska svartkalva nú.
- Væntandi koma tveir djúpvatnstrolarar inn at landa í næstu viku.
Sagt verður, at havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, fiskar norðanfyri. Teir fáa mest av hýsu og toski.
- Jákup Sverri kemur inn at landa miðskeiðis í vikuni, sum kemur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Tveir av teimum smáu trolbátunum eru til fiskiskap norðanfyri. Teir fáa mest av toski, hýsu og so nakað av longu og flatfiski.
Báðir trolbátarnir koma inn at landa í næstu viku.
- Tvey garnaskip fiska svartkalva, og skipini hava brúkiligan fiskiskap. Bæði skipini koma inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.












