Tað sigur venjarin hjá B68, Øssur Hansen, um støðuna, tá Skála javnaði til endaliga úrslitið 1-1 í kvøld. Málið hjá Skála var mest umtalaða støðan í dystinum.
- Eg skal ansa eftir hvat eg sigi, men skulu vit ikki bara siga at tað var eitt lítið fríspark, sigur Øssur Hansen varin á málinum.
B68 kom annars á odda í fyrru hálvu í fyrra hálvleiki, tá Óli H. Olsen var fyrstu bóltin, eftir at Niklas Joensen stútaði bóltin innfyri aftur eftir horna.
- Vit fáa eina dreymabyrjan og hatta er nakað vit høvdu avtala áðrenn. Tað er stuttligt at síggja, at tað riggar. Vit fáa ikki meiri burturúr mótálopunum, men tað er tí at Skála spælir bóltin væl runt og trýstur okkum langt aftur á vøllin, sigur Øssur Hansen.
Samrøðan við Øssur Hansen kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini.
Í seinna hálvleiki megnaði B68 ikki at fáa spælið at rigga.
- Vit fáa ikki spælið at rigga í seinna hálvleiki. Tað kemur helst av fleiri orsøkum, men vit missa tríggjar mans í vikuni. Millum annað beklaði Jóhan Dávur Højgaard mánakvøldið, so tað gjørdi at vit ikki kundu spæla, sum vit ætlaðu, sigur Øssur Hansen víðari.
B68 fekk eisini Óla H. Olsen útvístan, tá hann fekk sítt seinna gula kort.
- Eg veit ikki um dómarin hevði givið honum nakra ávaring áðrenn, men um dómarin betri at tað er til reytt kort, so er tað væl reytt kort, sigur Øssur heldur ivasamur á málinum.
Øssur Hansen er nøgdur við eina stigið, sum merkir, at toftamenn sjálvir kunnu avgera um teir flyta upp ella ikki.
- Fyrst og fremst vildu vit ikki tapa dystin og tí lógu vit eisini langt afturi á vøllinum og spældu upp á mótálop. Endamálið var sjálvandi at vinna dystin, men tað bleiv meiri taktiskt enn nakað annað. Eg eri væl nøgdur við eina stigi, tí tað merkir at tað er í okkara hondum um vit flyta upp ella ikki. Vit trúgva fult og fast upp á, at vit kunnu flyta upp í bestu deildina har við hoyra heima, sigur Øssur Hansen at enda.
1.deild menn:
Skála-B68 1-1 (1-1)
0-1: Óli H. Olsen 14.
1-1: JákupJaobsen 39.
Støðan:
1. HB 42
2. B68 41
3. FC Suðuroy 37
4. Skála 36
5. B36 33
6. Víkingur 33
7. KÍ 26
8. EB/Streymur 23
9. TB 23
10. B71 14
TB og B71 hava spælt 21 dystir, og hini liðini hava spælt 22 dystir
23. umfar:
Sunnudagin 1. september
KÍ-FC Suðuroy
B68-TB
EB/Streymur-Víkingur
HB-Skála
B71-B36