Off-dagur

Sjúrður Jacobsen hjá NSÍ ásannaði, at teir høvdu ikki tað stóra at siga í dystinum í Klaksvík.
- Spælið koyrdi illa hjá okkum. Vit fáa ongan tíð veruligt glið á, og sum so kanst tú væl tosa um ein veruligan off-dag hjá okkum. Eisini hóast KÍ skal hava rós fyri sítt avrik.
Við níggju stigum er NSÍ tó framvegis sera væl við, og sum so sær Sjúrður onga vanlukku í tapinum.
- Um tað finnast dystir, sum tú hevur ráð at tapa, so var hatta kanska ein av teimum. Tí eitt tap í Klaksvík eigur ikki at vera ein vanlukka í sjálvum sær. Vit eru enn væl fyri, og tí ræður bara um at seta fokus á næstu uppgávuna, sigur Sjúrður.