Eg fekk ein stóran brævbjálva inn gjøgnum dyrnar ein dagin. Uttan á bjálvanum sá út sum, at hann hevði verið víða um. Nógvar fyrrverandi adressur vóru klistraðar á. Tá ið eg so lat hann upp, gleddist eg um innihaldið. Eg hevði nevniliga ætlað mær at keypt fløguna hjá Øssuri Johannesen og Hjalta Joensen, og her var hon so.
Øssur Johannesen, listamálari og bassistur, hevur givið sína triðju fløgu út, hesa ferð saman við einum av okkara frægastu gittarleikarum, Hjalta Joensen. Fløgan eitur bara "Hjalti Joensen Øssur Johannesen", onki komma bara áðurnevndu nøvn.
Hinar báðar fløgurnar "Solo Bass Guitar" og "Mín krossfesting", sum Øssur hevur givið út, standa sum nakað einastandandi innan føroyska tónleikaheimin. Tær hava eina nerv sum fáar aðrar fløgur ? eina nerv, sum er við at geva lurtaranum nervasamanbrot. Kanska? Tær eru erligar, viðkomandi og eksentriskar. Á fløgunum er ein maður og ein bassur í kolosalum bardaga við hvønn annan. Hesin bardagi lýsir eina sinnisstøðu, sum dregur tann "vanliga" lurtaran niður í dulvitið á sær sjálvum, ella niður í eitt stað í dulvitið, sum lurtarin ikki vanliga kemur.
Á triðju fløguni hevur Øssur, sum sagt, fingið ein gittar aftrat sær. Hjalti hevur eisini gjørt allan tónleikin og framleitt fløguna saman við Øssuri. Fløgan er deild upp í 10 partar, ið tilsamans eru uml. 71 minuttir. Tónleikurin er bygdur upp so, at tað byrjar spakuliga, fyri síðani at arbeiða seg upp í bæði tempo og styrki.
Nýggja fløgan hjá Øssuri og Hjalta, er líka so full av longsli og pínu sum hinar báðar undanfarnu. Øssur er tó heldur spakari enn á hinum báðum. Hann hevur ikki ein so stóran leiklut, sum hann plagar, heldur ikki stjelur hann ljóðmyndina frá Hjalta. Teir rigga væl saman. Spæla væl ímóti hvørjum øðrum, geva hvørjum øðrum eina avbjóðing, sum ikki munnar út í reinum kaosi, nei, heldur lýsur hetta mótspæl teirra millum, at tey gittarljóðini sum Hjalti brúkar, passa væl til tað ráa og ópoleraða bassljóðið hjá Øssuri. Tíðum er ljóðið á bassinum so skitið, at tú hoyrir líkasum okkurt leyst forbindilsi onkrastaðni. Hetta riggar væl saman við tí reina og til tíðir psykedeliska ljóðinum á gittarinum hjá Hjalta, ið onkrastaðni kann minna eitt sindur um gittarljóðið hjá Jimmy Page, gittaristinum í Led Zeppelin.
Eg havi ikki so nógv skil fyri tí teoretiska í tónleiki, so eg havi valt at ummæla fløguna útfrá, hvussu eg upplivi hana.
Teir báðir føra eina samtalu gjøgnum alla fløguna. Øssur tann djúpa og til tíðir afturhaldandi røddin, sum heldur rútmuni gangandi og sum líkasum forførir gittaran hjá Hjalta til at finna ymiskar mátar at siga tað sum hann meinar. Hjalti er tann høga og ja-sigandi røddin ? tann røddin sum er spælandi og svingandi í sinnalag. Gjøgnum alla fløguna sigur gittarin orðið "ja". Hetta svarið riggar væl til ta tunga og seigligu bassrøddina, sum er tann ið dregur tempoið.
Í fjórða og fimta parti hevur tú eina kenslu av einum tvídrátti millum frið og okkurt sum liggur undur friðinum og hóttir við at bróta upp úr honum. Tað er sum um okkurt roynir og roynir at kóka, men sum ikki sleppur ordiliga upp á kók, men tá ið so sjeyndi, áttandi og nýggjundi partur spæla, kemur hesin pottur av kenslum upp á kók. Hjá mær sum lurtara kókaði yvir. Hetta slagið av tónleiki dregur meg so langt inn til sín, at eg havi ringt við at sleppa heilskapaður úr honum aftur. Hann er so ekspressionistiskur, at eg sleppi ikki undan at hugsa. Og tankarnir eru ikki vanligir. Eftir mínum tykki, er akkurát hetta tað sum tónleikur eigur at gera við lurtaran. Ikki hetta halvhjartaða glepsið, sum nógv lata úr hondum, nei, eitt hart goyggj, sum fær sjálvt tær kenslurnar, sum hava ligið longst í dvala, fram í ljósið ? fram í tíni starandi eygu. Eyguni verða av tónleikinum noydd at stara inneftir ? at stara inn eftir tínum egna lívi, og ger so væl: Hugsa um lívið.
Eins og á undanfarnu fløgum hevur Øssur eisini gjørt henda húsan. Á húsanum er ein reyður sirkul á eini svartari bakgrund, nærmast sum ein reyð sól, men hetta er ikki ein reyð sól, hetta er nærri einum reyðum tunli, ella eitt steðgiljós, ella kanska var tað ein reyð sól. Ja, alt ber til. Og tað er tað góða við fløguni. Alt ber til í huganum á tær sjálvum.