Okurs útreiðslur ein hóttan fyri vælferðina í Føroyum

Eins og danir so mugu vit eisini byrja at rationalisera

Nei, tað er eingin løtt loysn – men tíðin er komin til at hyggja føroyska samfelagið í kortini og rationalisera.
Løkke og Thorning vóru, ígjárkvøldið bæði samd um at okkurt má gerast við øktu útreiðslurnar at reka danska samfelagið. Bæði vóru tey samd um at rationalisera og spara, so danir ikki bara fáa eina bíligari men eisini eina betri almenna umsiting. Hetta er alneyðugt fyri at tryggja donsku vælferðina, sum er hótt av øktum almennum útreiðslum.
Í Føroyum
Í Føroyum standa vit í somu støðu sum danir. Útreiðslurnar at reka landið eru nógv vaksnar seinastu 10 árini. Hyggja vit eftir høvuðstølunum hjá landskassaroknskapinum, vóru inntøkurnar hjá landinum 3.767 mió. kr. í ár 2000, meðan útreiðslurnar vóru 3.166 mió. kr. Tað vil siga at húsarhaldið Føroyar tá hevði eitt yvirskot áljóðandi 601 mió. kr. í ár 2000.
Síðani ár 2000 vaksa útreiðslurnar skjótt ár undan árið. Inntøkurnar vaksa eisini, men tær megna ikki at vaksa eins nógv og útreiðslurnar. Inntøkurnar í 2009 vórðu 4.535 mió. kr., meðan útreiðslurnar eru vaksnar til 5.223 mió. kr. Undirskotið hjá landskassanum var sostatt í 2009 688 mió. kr.
Útreiðslurnar vaksa og eingin er glaður
Sjálvt um útreiðslurnar eru øktar munandi síðan ár 2000, og hetta skuldi havt við sær, at almenna umsitingin er vorðin tilsvarandi betur, so hava vit ongantíð fyrr hoyrt so nógv ónøgdsemi um manglandi pengar sum nú. Vit hoyra dag og dagliga í fjølmiðlunum, at stovnsleiðarar gremja seg um manglandi játtan og at føroyskir borgarar eru misnøgdir við almennu tænasturnar.
Tað er eingn løtt loysn – men vit mugu rationalisera
Nei, tað er eingin nem loysn – men tíðin er komin til at hyggja føroyska samfelagið í kortini og rationalisera.
Í einum so lítlum landi sum Føroyar eiga vit at ansa væl eftir, at fyrisitingin virkar effektiv, smidlig og tænastuvinarlig. Samstundis sum hon er tilpassað tey umleið 50.000 fólkini, ið búgva í Føroyum.
Tá talan er um rationaliseringar og sparingar eigur at verða byrja úr erva. Tildømis havi eg víst á, at aðalráðini verða minkað úr 9 til 6 aðalráð. Hetta hevði bara betra um bæði fyrisitingina sjálva og fakliga umhvørvið hjá fyrisitingini. Verða aðalráðini løgd saman, verður tað nógv lættari at fáa samskipað ella leggja stovnar saman við effektivieringum/sparingum fyri eyga.
Lat okkum ikki sita hendur í favn – men lat okkum fara ígongd áðrenn danir aftur gera tað fyri okkum.