OL fótbóltur: Frakland og Argentina møtast í fjórðingsfinaluni

Her eru tær fýra olympisku fjórðingsfinalurnar í kappingini hjá monnum

Tað er nú greitt hvørji átta lið møtast í fjórðingsfinalunum í olympisku kappingini í fótbólti hjá monnum.

 

Frakland og Argentina bresta saman í fjórðingsfinaluni. Talan er um somu lond sum møttust í HM-finaluni í 2022. 

 

Fjórðingsfinalurnar eru hesar:

 

Marokko - USA

Japan - Spania

Egyptaland - Paraguay

Frakland - Argentina

 

Úrslitini í triðja umfarinum í bólkaspælinum í dag:

 

Bólkur A: 

 

Ný Sæland-Frakland 0-3 (0-1)

 

0-1 Jean-Philippe Mateta (`19)

 

0-2 Desire Doue (´71)

 

0-3 Arnaud Kalimuendo (´74)

 

USA-Guinea 3-0 (2-0)

 

1-0 Djordje Mihailovic (´14)

 

2-0 Kevin Paredes (31.)

 

3-0 Kevin Paredes (75.)

 

Frakland endaði fremst við níggju stigum. USA var nummar tvey við seks stigum. Ný Sæland hevur trý stig og Guinea endaði aftast við ongum stigi.

 

Bólkur B: 

 

Marokko-Irak 3-0 (3-0)

1-0 Amir Richardson ('19 )

2-0 Soufiane Rahimi ('28 )

3-0 Abde Ezzalzouli ('36 )


Argentina-Ukraina 2-0 (0-0)

1-0 Thiago Almada ('47 )

2-0 Claudio Echeverri ('90 )

 

Marokko og Argentina fingu seks stig hvør. Irak og Ukraina fingu trý stig hvør. 

 

Bólkur C:

 

Dominikanska Lýðveldið-Usbekistan 1-1 (0-0)

1-0 Rafael Nunez ('51 )

1-1 Alisher Odilov ('53 )


Egyptaland-Spania 2-1 (1-0)

1-0 Ibrahim Adel ('40 )

2-0 Ibrahim Adel ('62 )

2-1 Samu Omorodion ('90 )

 

Egyptaland vann bólkin við sjey stigum. Spania var nummar tvey við seks stigum. Dominkanska Lýðveldið fekk tvey stig, og Usbekistan endaði aftast við einum stigi. 

 

Bólkur D:

 

Ísrael-Japan 0-1 (0-0)

 

0-1 Mao Hosoya (´90)

 

Paraguay-Mali 1-0 (1-0)

 

1-0 Marcelo Fernandez (´5)

 

Japan vann bólkin við níggju stigum. Paraguay var nummar tvey við seks stigum. Mali og Ísrael fingu eitt stig hvør.