OL hondbóltur: Danmark og Noreg hava fult stigatal í bólki B

Frakland hevur bert eitt stig aftaná trý umfør

Tað gongur væl hjá Danmark og Noregi í bólki B í olympiska endaspælinum í hondbólti hjá monnum í París.

 

Danmark vann stórsigur á Argentina, har Mathias Gidsel (myndin) gekk undan við at skjóta 13 mál upp á 13 málmøguleikar. 

 

Noreg vann harðvunnan sigur á Ungarn, og Frakland megnaði akkurát at bjarga einum stigi móti Egyptalandi. Hetta er fyrsta stigið hjá fraklendingum í kappingini.

 

Her eru úrslitini og málskjúttarnir í bólki B:

 

Noreg-Ungarn 26-25 (11-13)

 

Noreg: Alexandre Blonz 9/2, Simen Ulstad Lyse 6, Sander Sagosen 3, Gabriel Ask Setterblom 3, Kristian Bjørnsen 2, Petter Ørverby 1, Tobias Grøndal 1, Harald Reinkind 1.

Ungarn: Bence Banhidi 6, Richard Bodo 6, Nece Imre 6/3, Bendeguz Boka 2, Zoltán Szita 2, Mate Lekai 1, Zoran Ilic 1, Gergo Fazekas 1.

 

Danmark-Argentina 38-27 (19-14)

 

Danmark: Mathias Gidsel 13/13, Rasmus Lauge 5, Simon Pytlick 5, Hans Lindberg 3, Lukas Jørgensen 3, Mikkel Hansen 2, Niclas Kirkeløkke 2, Magnus Landin Jacobsen 1, Emil Jacobsen 1. 

 

Argentina: Pablo Ariel Simonet 5, Ignacio Pizarro 5, James Lewis Parker 5, Pedro Martinez Cami Garcia 4, Lucas Dario Moscariello 3, Nicolas Bono 2, Federico Pizarro 1, Andres Gabriel Moyano 1, Federico Gaston Fernandez 1.

 

Frakland-Egyptaland 26-26 (11-15)

 

Frakland: Ludovic Fabregas 5, Dika Mem 4, Hugo Descat 4, Melvyn Richardson 3/2, Dylan Nahi 3, Valtine Porte 2, Nedim Remili 2, Yanis Lenne 1, Elohim Prandi 1, Nikola Karabatic 1.

 

Egyptaland: Yahia Omar 8/1, Ahmed Adel 6, Ali Zein 5, Ahmed Hesham 3, Yeha Elderra 3, Omar Elwakil 1.

 

Aftaná trý umfør hava Danmark og Noreg seks stig hvør, og tey hava longu vunnið seg í fjórðingsfinalurnar. Egyptaland hevur trý stig, Ungarn hevur tvey stig, Frakland hevur eitt stig, og Argentina er aftast við ongum stigi. 

 

Í ovurmorgin eru dystirnir hesir: Ungarn-Danmark, Argentina-Frakland og Noreg-Egyptaland.