OL: Úrslitini frá 3. umfarinum í hondbólti hjá kvinnum

Noreg, Svøríki og Danmark eru jøvn í stigum í bólki A

Triðja umfarið í hondbólti hjá kvinnum var leikt í olympiska endaspælinum í París í dag.

 

Í bólki A vann Noreg á Suðurkorea. Danmark vann á Svøríki aftaná ein dramatiskan dyst, og Týskland vann stórsigur á Slovenia.

 

HER  ber til at lesa dystarfrásøgnina um dystin millum Danmark og Svøríki. 

 

Í bólki B vann Frakland á Brasil. Niðurlond vunnu á Spania, og Angola megnaði javnleik móti Ungarn. 

 

Úrslit:

 

Bólkur A:

 

Noreg-Suðurkorea 26:20 (13:11)

 

Týskland-Slovenia 41:22 (16:9)

 

Svøríki-Danmark 23:25 (14:14)

 

Aftaná trý umfør hava Noreg, Danmark og Svøríki fýra stig hvør. Týskland og Suðurkorea hava tvey stig hvør, og Slovenia er aftast við ongum stigi.

 

Í ovurmorgin eru dystirnir hesir: Týskland-Danmark, Suðurkorea-Svøríki og Slovenia-Noreg.

 

Bólkur B: 

 

Niðurlond-Spania 29:24 (14:12)

 

Ungarn-Angola 31:31 (15:16)

 

Frakland-Brasil 26:20 (14:11)

 

Aftaná trý umfør hevur Frakland seks stig. Niðurlond hava fýra stig, og Angola og Ungarn hava trý stig hvør. Brasil hevur tvey stig, og Spania er aftast við ongum stigi.

 

Í ovurmorgin eru dystirnir hesir: Ungarn-Niðurlond, Spania-Frakland og Angola-Brasil.