Eftir eitt heldur vátt vikuskifti við frískum vindi av útnyrðingi fer veðrið at batna mánadagin.
Sambært Veðurstovu Føroya verður lot til frískt lot, 3 til 8 metrar um sekundið, hálvskýggjað og bert okkurt ælið. Seinni um kvøldið minkar vindurin niður í lítið lot, og um náttina verður nærum stilli.
Týsdagin, ólavsøkuaftan, verður lítil vindur fyrrapartin og skiftandi skýloft. Veðurstovan væntar tó, at tað fer at regna seinnapartin, samstundis sum vindurin økist nakað av eystri.
Ólavsøkudag sær aftur út til at verða hampiligur. Tá verður lítið lot av útnyrðingi, skiftandi skýloft og bert okkurt ælið.
Hitin verður allar dagarnar millum 8 og 12 stig.










