Fert tú á ólavsøku í ár?
- Ja!
- Foreldrini høvdu okkum altíð okkum við á ólavsøku og er hetta uttan iva ein orsøk til hesa siðvenju, sum mær dámar ómetaliga væl.
Tað sigur Bergur Robert Dam Jensen.
Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?
- Tað er í nógvum førum líkt jólum. Fleiri hava ymiskar siðvenjur á ólavsøku, har føroysku klæðini seta sín heilt serliga dám hátíðina. Hetta dámar mær sera væl.
Hann heldur, at ólavsøkan eisini er eitt gott andarhol til vanliga gerandisdagin.
- Ólavsøkan styrkir fatanina av, hvørji vit eru og savnar okkum sum fólk.
Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni?
- Nei, tað veit eg ikki, men eg hugsi, at vit í Føroyum mangan eru løtt at ávirka. Tí muga vit verða tilvitað um at standa fast við og varðveita tjóðarhátíðina, sum hon er.
Bergur Robert heldur, at hetta er ikki nøkur sjálvfylgja.
- Tað ber ikki til at sláa eina vegleiðing upp á netinum. Ólavsøkan er ektað og føroysk, og tí eiga vit at varða okkum fyri ávirkanum uttanífrá.
Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?
- Tað hava verið nógvar góðar løtur í samband við ólavsøku, sigur hann.
Hann vísir á, at í barnaárunum savnaðist øll familjan til stóra kalda borðið hin 29. juli á Hotel Føroyum, og hetta halda tey framvegis fast við.
- Eg byrjaði at rógva kapp í 2003, og tað eru serliga løtur í samband við kappróður - og tað at koma heim sum føroyameistarar á ólavsøku - sum eg minnist.
Bergur Robert Dam Jensen sigur at enda, at savnandi megin rundan um tjóðarhátíðina fremur eina kenslu, sum er trupul at samanbera við aðrar.
Lesið eisini: Í ár verður eingin ólavsøka hjá mær
https://www.in.fo/news-detail/i-ar-verdur-eingin-olavsoeka-hja-maer










