Ólavsøkuskráin er klár

Á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu ber nú til at heinta sær bæði ólavsøkuskrá og sanghefti

Nógvir eru tættirnir, sum freista á ólavsøku. Og skulu flestir av hesum røkkast, so er uttan iva hent at leggja sær nøkur punkt til rættis, áðrenn farið verður í tjóðarbúnan.

Tórshavnar Kommuna hevur aftur í ár gjørt eina ólavsøkuskrá, har yvirlit fæst yvir ymsu hendingarnar, og hendan er nú tøk á netinum.

Skráin fæst við at fylgja leinkuni: http://www.torshavn.fo/get.file?ID=1528

Eisini ber til at heinta sangheftið, sum nýtt verður á midnáttarsanginum ólavsøkudag. Hetta fæst á slóðini: http://www.torshavn.fo/get.file?ID=1520