Ólavssøka í Meinigheitshúsinum í Havn

Meinigheitshúsið í Havn bjóðar aftur í ár inn á Ólavssøku at hoyra Guds orð, syngja saman og til ein góðan drekkamunn

Tíðindaskriv

 

Tað er vorðin ein siður fyri mong, bæði úr høvuðsstaðnum og av bygd, at leita sær inn á gólv í Meinigheitshúsið – reyða húsið beint við SMS – at syngja saman og til ein góðan drekkamunn. Aftur í ár verður boðið inn báðar ólavssøkudagarnar.

 

Ólavssøkuaftan 28. juli verður møtikl. 20:00, har Anton í Liljudali talar og Gøtu kirkju ungdómskór syngur. Aftaná verður bjóðað til drekka.

 

Aftaná møti – kl. 22:30 – skipa tey ungu fyri lovsangsløtu við nógvum góðum felagssangi.ð

 

Ólavssøkudag 29. juli verður møti kl. 20:00. Elisabeth Poulsen, ið virkar sum trúboðari í Afrika og leiðari fyri felagsskapinum Tæn Afrika, talar. Bólkurin Tabitha av Argjum syngur. Aftaná verður bjóðað til lagkaku.

 

##med2##