Ole Gunnar leggur eftir Robin van Persie

- Hann tók mína troyggju, men tað verður alt hann tekur, sigur Ole Gunnar Solskjær

Tað er ikki fallið í góða jørð hjá venjaranum hjá Manchester United, at Robin van Persie hevur verið úti við rívini, eftir at Ole Gunnar Solskjær smíltist í samrøðu eftir 2-0 ósigurin fyri Arsenal.

Robin van Persie, ið hevur umboðað bæði Arsenal og Manchester United sum spælari, er í dag viðmerkjari hjá Sky Sports. Hann skifti frá Arsenal til Manchester United, har hann fekk gamla talið hjá núverandi venjaranum, Ole Gunnar Solskjær.

##med2##

Fyrrverndi hollendski áleyparin helt fyri í sjónvarpsstovuni, at tað líktist ongum at Ole Gunnar Solskjær smíltist til samrøðurnar eftir dystin móti Arsenal, sum Manchester United tapti 2-0. Nú hevur norski venjarin og fleirfaldi Premier League vinnarin við 20-talinum á rygginum svarað aftur.

##med3## 

- Eg kenni ikki Robin, og Robin kennir ikki meg. Hann hevur nokk ikki rætt til at fílast á mín leiðarastíl og eg ætli ikki at broyta nakað. Robin tók mína troyggu, og tað verður nokk eisini alt hann tekur frá mær, segði Ole Gunnar Solskjær á tíðindafundi.

Venjarin hjá Manchester United hevði afturat, at vit liva ikki í fornaldartíð. Her meta bretskir miðlar, at Ole Gunnar Solskjær meinti við, at slíkur leiðarastílur, sum Robin van Persie ynskir, ikki riggar longur.