Ole Johan Grünbaum sýnir fram í Føroyahúsinum

Føroyska Listafelagið í Danmark bjóðar til fernisering við Ole Johan Grünbaum, sunnudagin 22. januar kl. 14.00-16.00 í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

 

Ole Johan Grünbaum er sjálvlærdur myndlistamaður. Hann er føddur í Tórshavn 1971 og hevur síðani búð í Danmark, Liberia, Grønlandi, Fraklandi og Írlandi. Hann býr nú í Nyborg. Er útbúgvin byggiverkfrøðingur og undirvísir í støddfrøði á hægri handilsskúla í Svenborg.

 

Myndevnið er menniskjað. Hitt einstaka menniskjað, menniskjað saman við øðrum menniskjum, menniskjað í stórari mannfjøld. Kroppar, ið flyta seg við ella í móti streyminum. Fólk, ið nærkast hvørt øðrum, ella fara frá hvørjum øðrum. Summi eru einsamøll, onnur kenna einsemi, nøkur kenna frælsi, og onnur eru í sansaleysari jagstran eftir frælsinum og enda í tómgongd. Summi halda seg verða leinkjað til fjøldina, sum revsifangar á leið.