Óli Mittún: Vit framdu hetta fyri skadda málverjan

Óli Mittún vísti eisini klassa tá SVT 2 gjørdi samrøðu við hann aftaná meistaraheitið hjá Sävehof var tryggjað

Fyrsti leikarin SVT 2 vildi hava orðið á aftaná fjórðu meistaraskapsfinaluna millum Ystad og Sävehof, ið Sävehof vann 32-27 (11-13) var besti leikarin á vøllinum, Óli Mittún sum skoraði níggju mál, og hevði fleiri genialar sendingar til sínar viðleikarar.

 

Í samrøðuni við SVT 2 vísti Óli eisini klassa: -  Vit eru allir góðir vinir á liðnum. Vit koma nógv saman, eisini uttanfyri hondbóltsvøllin. Vit eru allir ungir leikarar, so hetta er óbeskriviligt. Og so er tað gott, at vit kundu fremja hetta fyri Simon (Møller, málverjan hjá Sävehof). Hann fekk ein krossbandsskaða, so tað kendist eyka gott at fremja hetta fyri hann. Hetta er alt sum eg droymdi um tá kom til Svøríkis. Segði Óli um meistaraheitið.

 

Um dystin í Ystad í kvøld segði Óli við SVT: - Tað er ein munandi øðrvísi kensla vit standa við í mun til í steðginum (vóru aftanfyri 11-13). Hetta er bara so f........ gott. Í fjør spiltu vit tað fyri okkum sjálvar í fimtu finaluni móti Kristianstad, men hesaferð vinna vit. Hetta er óbeskriviligt. Greiðir Óli frá.