Allan Simonsen hevur givið átjan spælarum boð um at koma á venjingarlegu í Cadiz í Spania.
Farið verður úr Vágum hósdagin 19. februar, og ferðalagið, sum umframt átjan spælarar og venjaran fer at telja fýra fólk, lendir aftur í Vágum 28. februar.
Bara ein útiseti
Tað eru eingi óvæntað nøvn á listanum hjá Allani Simonsen.
Jan Allan Müller er einasti útisetin, sum er nevndur á listanum, sum FSF í fyrradagin sendi spælarunum.
Todi Jónsson, Jákup Mikkelsen og Julian Johnsson eru ikki á listanum. Teir venja nógv og miðvíst í feløgunum, og teir skulu á venjingarlegur suðuri í Europa stutt undan, at tað verður farið undir aftur landskappingarnar. Tí verður mett, at møguleikarnir hjá teimum at vinna sær pláss á besta liðnum vera betur, um teir venja í feløgunum heldur enn at fara við landsliðnum til Spania.
Í skeivum feløgum
Teir átjan spælararnir, sum landsliðsvenjarin hevur biðið FSF skrivstovuna um at boðsenda til uttanlandaferðina eru Henning Jarnskor, Magni Jarnskor, Sámal Joensen og Øssur Hansen úr GÍ, Heðin á Lakjuni úr KÍ, Jens Kristian Hansen, Arnbjørn Danielsen og John Petersen úr B36, Hans Fróði Hansen og Allan Mørkøre úr HB, Pól Thorsteinsson og Bjarni Johansen úr VB, Bartal Eliasen, ÍF, Jens Erik Rasmussen og Jan Allan Müller úr Esbjerg Boldklub, Jens Martin Knudsen og Uni Arge úr Leifti og so ein málverji afturat.
Vit síggja, at Øssur Hansen framvegis umboðar GÍ, at Pól Thorsteinsson umboðar VB, at Jens Erik Rasmussen umboðar Esbjerg, og at Uni Arge og Jens Martin Knudsen standa til at umboða Leiftur.
Av FSF skrivstovuni verður upplýst, at spælararnir eru skrivaðir at umboða tey feløgini, sum í løtuni hava spæliloyvið hjá teimum. Og tað vil aftur siga, at B68 hevur ikki syrgt fyri, at spæliloyvið hjá Øssuri Hansen er komið út aftur á Toftir, eftir at tað hevur verið í Gøtu í eitt hálvt ár, at teir í B36 ikki hava syrgt fyri, at spæliloyvið hjá Pól Thorsteinsson er komið norður um, og at teir í HB ikki hava syrgt fyri, at spæliloyvið hjá Jens Eriki Rasmussen er komið aftur úr Esbjerg, har HB maðurin royndi seg í nakrar vikur í heyst.
Samstundis kunnu vit staðfesta, at íslendska Leiftur longu hevur syrgt fyri, at spæliloyvini hjá Jens Martini Knudsen og Una Arge eru komin upp á pláss, sjálvt um teir kanska ikki fara at umboða íslendska felagið fyrrenn eina ferð seinni í ár.
Jan, Allan og Óli
Umframt útisetarnar er tað serliga navnið á trimum spælarum, sum saknast ? Jan Dam, Allan Joensen og Óli Johannesen.
Jan Dam hevur havt trupulleikar við fótliðnum. Hann hevur verið skurviðgjørdur í vetur, og nú er talan um eftirviðgerð, sum hevur við sær, at hann ikki kann spæla akkurát nú.
Óli Johannesen hevur verið fastur fúsur á landsliðnum hesi seinnu árini, umboðandi TB og so B36. Í ár skal hann spæla við TB, og í fyrstu atløgu í hvussu so er ætlar hann sær ikki at spæla á landsliðnum. Hann hevur ikki tikið lut í teimum báðum venjingunum, sum Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjari, hevur staðið fyri, og hann hevur givið avboð til venjingarleguna í Spania.
Allan Jonsen úr KÍ hevði stórar trupulleikar av skaða í fjør, og tað gjørdi, at hann ongantíð spældi við fullari styrki fyri KÍ og ikki kundi vera á landsliðnum. Í vetur hevur hann hildið frí frá allari venjing, og hann hevur fingið viðgerð hjá fysioterapeuti. Men hann er framvegis skaddur, og hann er ikki farin at venja við KÍ.
Símun er á veg
Uppaftur ein spælari, sum hevur verið burtur frá, tí hann hevur verið skaddur, er Símun Eliasen. Hjá honum varð fótbóltsárið í fjør oyðilagt, tí longu í februar breyt hann beinið í venjingardysti fyri Aarhus Fremad.
Nú venur hann við fullari ferð, men um hann fær møguleikan á besta liðnum er ov tíðliga at siga nakað um:
? Eg skal spæla venjingardyst í dag við 2. liði. Vit skulu spæla móti 2. liði hjá Ikast, og tað verður í einari innandura venjingarhøll, sum teir í Ikast eiga, segði Símun Eliasen í gjár.
Hann er millum 33 spælarar, sum Kim Poulsen, venjarin hjá Aarhus Fremad, ætlar at brúka at manna besta og næstbesta liðið við.
Aarhus Fremad skal til Spania á venjingarlegu um somu tíð, sum føroyska landsliðið verður har niðri, og tað hevur verið upp á tal, at landsliðið skal spæla móti danska liðnum, men hetta er kortini óvist. Símun Eliasen fer ikki við Fremad til Spania:
? Venjarin hevur sagt mær, at eg eri ikki komin nóg langt í venjingini. Teir byrjaðu 5. januar, og eg kom ikki aftur úr Føroyum fyrrenn 10. januar. Í síðstu viku hevði eg ein vøddaskaða, og hetta kostaði mær plássið á ferðini, hevur venjarin sagt mær. Hann bað meg annars dríva á og gav mær góðar vónir, greiðir Símun Eliasen frá úr Århus.
Ungu menninir
Tríggir spælarar, sum ikki vóru nógv við í ferðalagnum hjá landsliðnum í fjør, skulu við til Spania. Teir eru Poul Ennigarð, Heðin á Lakjuni og Hans Fróði Hansen.
Poul Ennigarð var skaddur mesta partin av kappingarárinum í fjør. Eftir summarfrítíðina spældi hann í 3. og 4. deild. Nú er hann komin fyri seg aftur, og hann venur við fullari ferð við GÍ.
Heðin á Lakjuni var við landsliðnum í Spania. Tað hevur ljóðað, at hann skal til Onglands at venja, og tað hevur ljóðað, at B36 hevur gjørt nógv fyri at fáa hann at flyta úr Klaksvík og til meistaraliðið, men enn er hann í KÍ, og hann er einasta umboðið úr Klaksvík í landsliðsferðalagnum.
Hans Fróði Hansen var í nánd av landsliðnum fyri knøppum trimum árum síðani. Tá spældi hann í B68. Seinni varð hann skaddur, hann flutti aftur til Leirvíkar, men síðani summarsteðgin í fjør hevur hann verið í HB, og nú verður hann mettur at vera nóg góður til pláss á venjingarleguni.
Álvur Hansen, sum áður hevur verið hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum, og sum í fjør vandi U-18 kvinnurnar, verður hjálparvenjari hjá Allani Simonsen í Spania. Jógvan Martin Olsen hevur givið avboð. Fyrsta skeiðið í elituvenjaraútbúgvingini verður, meðan landsliðið verður í Spania.
Komandi vikuskifti kemur Allan Simonsen til Føroya, og hann og landsliðið skulu venja í Gundadali leygardagin klokkan 14.30.