Tað gjørdist eitt misjavnt kvøld hjá føroyingunum í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum í kvøld.
Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG vunnu á heimavølli stórsigur 36-23 á TMS Ringsted. Í steðginum var GOG frammanfyri við níggju málum, 19-10.
Óli var sambært heimasíðuni hjá danska hondbóltssambandinum mest effektivi leikarin hjá GOG. Óli skoraði fimm mál upp á sjey málroyndir, og hann legði upp til fimm mál (assist). Harumframt vann hann liðnum eitt brotskast.
GOG er næstfremst í deildini við 15 stigum. Teir eru fimm stig aftanfyri AaB, ið hevur 20 stig á fremsta plássinum.
Júst Aalborg vann stórsigur 39-26 (19-13) á heimavølli á liðnum hjá Teis Horn Rasmussen, Ribe-Esbjerg. Teis skoraði tvey mál upp á tríggjar málmøguleikar.
Ribe-Esbjerg er nummar níggju í deildini við sjey stigum.
Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen slapp ikki framat í kvøld, tá HØJ á útivølli vann 31-29 (14-15) á Grindsted. Till Klimpke og Emil Imsgard vardu málið hjá HØJ í kvøld.
HØJ er nummar átta í deildini við átta stigum.











