Í hesum døgum verður almikið tosað um tann høga oljuprísin og tær óhepnu fylgjur ein høgur prísur hevur á føroyska búskapin yvirhøvur. Vert er at geva sær far um hvørji lond framleiða olju. Eg skal her geva eitt yvirlit fyri heimsframleiðsluna per dag í Milliónum av tunnum. Ein tunna = 159 litrar av ráolju, ella crude sum er vanliga handilsheitið fyri oljuna.
Í løtuna verða dagliga umleið 78 Mtd nýttar globalt. OPEC er so nógv tann størsti oljuframleiðarin og setur hann eisini marknaðarprísin. Harafturat eiga OPEC londini umleið 70 % av heimsins kendu oljureservum. Høgi oljuprísurin kemur av, at so at siga ongar goymslur eru sum kunnu tálma prísin og harnæst er vinnuvirksemi í Vesturheiminum og í Fjareystri í stórum vøkstri við støðugt økjandi oljutørvi.
Tey flestu OPEC londini hava yvirhøvur meira ella minni fulla framleiðslu. Undantikið er Saudi Arabia sum hevur møgulleikar at framleiða meira. Vert er at nevna at lond sum Iran og Irak, sum ikki eru vesturheiminum so vinarliga sinnaði allarhelst vildu minkað framleiðsluna um tey høvdu figgjarliga orku til hetta. Saudi Arabia verður nógv stuðlað av USA og er undir ávisum trýsti fyri øktari framleiðslu.
Sum kunnugt hevur USA nú latið nakað av sínum tjóðar goymslum av olju út á marknaðin. Hetta verður ikki mett at hava nakran serliga stóran týdning.
Vert er at nevna, at Vesturheimurin fær meira í avgaldi av OPEC oljuni enn OPEC londini fáa fyri
sjálva oljuna. OPEC hátíðarheldur í hesum døgum 40 ára stovningardag sín í Caracas har OPEC varð stovnað 14 September 1960. Í sambandi við fundin í Caracas sigur OPEC at teir meta ikki at ov lítið av olju er á marknaðinum og at tørvurin fer at verða nøktaður framyvir.
Yvirhøvur er misnøgd við høgu prísirnar sum darvar alt kappingarførið og allarhelst verður úrslitið minni oljunýtsla og harav minkandi eftirspurningur við lægri prísum. Slíkar marknaðar-regulerandi mekanismur hava vit sæð áður. Verður veturin harafturímóti kaldur kunnu vit vænta sera høgar prísar.
Spennandi verður at síggja hvussu marknaðurin fer at laga seg.
OPEC LIMALOND IKKI OPEC LIMALOND
Algeria 0.85 USA 7.8 Oman 9.2
Indonesia 1.30 Canada 2.6 Syria 0.6
Iran 3.70 Mexico 3.4 Yemen 0.4
Iraq 2.95 Argentina 0.9 Angola 1.3
Kuwait 2.20 Brazil 1.1 Egypt 0.8
Libya 1.45 Colombia 0.8 Congo 0.3
Nigeria 2.05 Ecuador 0.4 Australia 0.6
Quatar 0.70 Danmark 0.3 Kina 3.2
Saudi Arabia 8.60 Noreg 3.2 Indien 0.8
Sameindu Emiratuni 2.30 Stóra Bretland 2.9 Malysia 0.8
Venezuela 2.95 Rusland 6.2 Vietnam 0.3
Opec lond : 29 Mtd Ikki Opec lond : 48 Mtd
Johan Mortensen