Olsen úttikið HM-liðið

Ikki óvæntað máttu Kim Christensen, málverji, og Morten »Duncan« Rasmussen verða verandi heima í Danmark. Hinvegin var tað heldur óvæntað, at Michael Krohn-Dehli og Michael Silberbauer ikki sluppu við til Suðurafrika.

 

Tað gav pláss fyri Mikkel Beckmann frá Randers FC og Thomas Enevoldsen frá Groningen, sum eisini spældi sera væl í dystinum móti Senegal ta løtuna, hann var inni. Hann skoraði eitt nú til 2-0 málið í yvirtíðini.

 

Eisini fann Morten Olsen pláss fyri 18 ára gamla stórtalentinum, Christian Eriksen, úr Ajax.

 

Hópurin hjá Danmark til HM sær soleiðis út:

 

Málverjar: Thomas Sørensen (Stoke), Stephan Andersen (Brøndby), Jesper Christiansen (FCK)

 

Verja: William Kvist (FCK), Lars Jacobsen (Blackburn), Simon Kjær (Palermo), Per Krøldrup (Fiorentina), Daniel Agger (Liverpool), Patrick Mtiliga (Malaga) Simon Poulsen (AZ Alkmar)

 

Miðvøllur: Martin Jørgensen (AGF), Christian Poulsen (Juventus), Daniel Jensen (Werder Bremen), Jakob Poulsen (AGF), Dennis Rommedal (Ajax), Jesper Grønkjær (FCK), Thomas Kahlenberg (Wolfsburg), Thomas Enevoldsen (Groningen), Christian Eriksen (Ajax), Mikkel Beckmann (Randers FC)

 

Álop: Jon Dahl Thomassen (Feyenoord) Søren Larsen (Duisburg), Nicklas Bendtner (Arsenal)