Olympisk vitjan í Føroyum

Ítróttur: Nú ger Olympiska Nevnd Føroya enn eina roynd at fáa Føroyar við í olympiska felagsskapin

Komandi vár kemur umboð fyri altjóða Olympisku nevndina til Føroya at hyggja eftir ítróttarviðurskiftunum her.

Tað er eingin minni enn Francois Carrad, ið er skrivari hjá formanninum í IOC, Samaranch.

Hendan vitjan er úrslitið av tí hjálp, sum føroyskur ítróttur hevur fingið frá ítróttasambondunum og olympisku nevndunum í hinum Norðanlondum.

Olympiska Nevnd Føroya varð stovnað í 1982. Í fyrstu nevndini sótu Niels Juel Arge, ið varð formaður, Tórmóður Djurhuus og Heðin Mortensen.

Fyrsta arbeiðið, ið gjørt varð, var at evna til lógir fyri felagsskapin. Hesar lógir vórðu síðani umsettar til danskt, enskt og franskt, og síðani sendar saman við umsókn um upptøku til IOC.

Umsóknin varð viðgjørd av IOC. Har vórðu lógirnar fyri ONF góðkendar, men síðani hendi ikki meira, tí IOC vildi ikki taka okkum upp sum limir, orsaka av ríkisrættarligu støðu Føroya.

ONF hevur hinvegin víst á, at á ítróttarliga økinum hava vit onki við Danmark at gera, har eru vit púra sjálvstøðug.

Síðani fyrstu nevndina hava hesir formenn verið í ONF: Torleif Sigurðsson, Torgerð Nielsen og Magni Arge.

Seinasti aðalfundurin var í 1992, og tvey ár seinni legði táverandi nevndin frá sær, og síðani hevur onki virksemi verið í ONF.


Eykaaðalfundur

Í 1995 varð ein roynd gjørd at halda eykaaðalfund fyri at fáa viðurskiftini í rætt lag aftur í ONF, men tá møttu bert 3 umboð á fundin, so har gjørdist onki tá.

Nú mikukvøldið varð aftur ein roynd gjørd, og nú gekk betur, eini 30 fólk møttu til fundin.

Á fundinum varð avgjørt at leggja leiðsluna av ONF undir Ítróttarsambandið. Nevnd og stjørn í ÍSF kemur sostatt hereftir at stjørna bæði Ítróttarsambandi Føroya og Olympisku Nevnd Føroya. ONF kemur framvegis at vera til sum felagsskapur, tí tann felagsskapurin er góðkendur av IOC at søkja um limaskap, og fyri ikki at gera ta umsóknina truplari enn neyðugt, verður hildið fast um upprunaligu umsóknina.

Hetta at leggja Olympisku nevnd og Ítróttarsamband saman er sama gongd sum í hinum Norðanlondum. Í Íslandi hendi tað fyri bert tveimum vikum síðani.


Gongd komin á

Sum nevnt er onki hent við umsókn okkara í fleiri ár, men nú tykist gongd vera komin á.

Peter Tallberg úr Finlandi, sum er nevndarlimur í IOC, hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri okkum, og hann hevur fingið tað soleiðis í lag, at Francois Carrad kemur á vitjan í Føroyum og Grønlandi komandi vár at kunna seg um viðurskiftini.

ÍSF ætlar nú at leggja nógva orku í at fáa limaskap í Altjóða Olympisku Nevndini, tí verður tað ikki nú, eru ikki stórar vónir fyri at tað verður yvirhøvur.

Limaskapur í olympisku nevndini vildi givið føroyskum ítróttarfólkum møguleika at luttikið i Olympisku Leikunum.

Har hava vit kanska ikki so nógv at gera reint ítróttarliga, men umframt vanligu olympisku leikirnar verður eisini skipað fyri olympiadu fyri smátjóðir, t. v. s. lond við minni enn 1 millión íbúgvar, og tann kappingin er meira aktuell fyri okkum.

Harafturat eru nógvir møguleikar at søkja um ymsar stuðlar frá grunnum innan olympisku nevndina, og har eru nógvir pengar.

Olympiadan fyri smátjóðir var í Íslandi í summar, og har rindaði IOC alla stevnuna, so íslendingar høvdu stóran vinning av tiltakinum.