»Leiðarar skulu hvørki geva ella móttaka jólakossar til jólaborðhaldið. Ongar umberingar eru galdandi.« Hetta er ein sera greið útmelding frá Ledernes Hovedorganisation til tey árligu jólaborðhaldini, og sum eisini verður nevnd í tíðindaskrivinum frá Vinnuhúsinum.
Leiðarar skulu vísa góðan atburð, sum vóru teir til arbeiðis, tá ið jólaborðhaldini eru. Teir skulu drekka alkohol við máta og vera ein góð fyrimynd fyri virkið. Um so er, at ein av stjórunum fjæsast við einum av starvsfólkunum, sendir hann eitt vánaligt tekin til hini starvsfólkini, sigur Vibeke Skytte, starvsfólka- og administratiónsleiðari í Ledernes Hovedorganisation.
Avtalur
Hon mælir til, at leiðslan á virkjunum skal, áðrenn jóladøgurðan, gera avtalu um, hvussu stjórar við jólaævintýrum í huga skulu lærast.
Í útgangsstøðinum skulu starvsfólk og stjórar altíð halda labbarnar frá hvørjum øðrum. Hervið er ikki sagt, at ein stjóri og eitt starvsfólk ikki mugu hava eitt varandi samband. Oftani er møguleikin fyri at skilja ímillum skaðiligt jóladøgurðakossarí og eitt stillfarandi fjas, sum kann enda við einum parsambandi, heldur Vibeke Skytte.
Hon metir ikki, at niðurskrivaðar reglur fyri atferð hjá stjórunum, tá teir eru til veitslur, eru neyðugar á smærri virkjum, men á størri virkjum er tað størri tørvur á tí, skrivar Vinnuhúsið.