Ongantíð upplivað sovorðið áður

Ein av stóru útflytarunum av føroyskum laksi, Landshandilin, sigur ikki hava upplivað eina tílíka støðu á marknaðinum áður. Tað er í løtuni ógvuliga torført at selja laksin

 

Aling

Landshandilin er í dag ein av teimum stóru útflytarunum av laksi í Føroyum. Landshandilin útflytir fyri nógvar føroyskar alarar, og hava eisini fingist við hetta í longri tíð nú.

Stjóri fyri Landshandilin er Finn Rasmussen, sum eisini sjálvur í tólv ár hevur fingist við at selja laks til útlendskar keyparar. Tá vit spyrja hann, hvussu støðan á marknaðinum er í løtuni, er hann skjótur at svara, at tað í løtuni, og eisini í fleiri mánaðar, er sera torført at selja laks á marknaðinum.

-Tað er sera nógvur laksur á marknaðinum, og prísurin hevur í fleiri mánaðar verið rættiliga lágur. Tað vísir eisini, at tað er sera nógvur fiskur á marknaðinum, sigur Finn Rasmussen.

Tað er, eftir hvat Sosialurin skilir, heldur ikki so lætt at greiða frá, hví henda støðan er íkomin, men tað skyldast sjálvandi eisini fyri ein stóran part útboð og eftirspurningi.

Finn Rasmussen vísir m.a. á, at eitt matstovur tykist ikki at hava sama og stóra áhuga fyri laksi sum heild, og hetta er eisini nakað sum merkist. Hann torir ikki at spáa nakað um framtíðina.

Tá vit spyrja hann, um tað ber til at kalla støðuna í løtuni fyri eina kreppu, svarar hann, at hann í øllum førum ikki hevur upplivað nakað sovorðið áður, har allur marknaðurin yvir ein kamb fer so nógv niður í prís.

Sjálvur er Finn Rasmussen sannførdur um, at marknaðurin fer at regulera seg sjálvan aftur, men tað er ein spurningur um, hvussu langa tíð, hetta fer at taka.