Seinnu árini er tað vorðið alsamt meiri vanligt í føroyskum kvinnuhondbólti, at spælarar skifta millum feløg. Tá ið Stjørnan og Neistin leygardagin fara á vøllin, eru tað eisini fleiri, sum tá verða á hvør sínum liði, ið áður hava verið liðfelagar í onkrum heilt triðja felag. Til dømis landsliðsmálverjin hjá Stjørnuni, Fríða Petersen, og liðskiparin hjá Neistanum, Marjun Tróndarson. Tær báðar hava áður leikt saman í Kyndli og kennast heilt væl.
Vildi sleppa at vinna
Tað var kanska eitt sindur óvæntað, at Fríða Petersen í summar valdi at fara úr barndómsfelagnum Kyndil til Stjørnuna, men sjálv sigur hon, at hon fegin vildi royna at vinna okkurt í hondbólti, og útlit vóru ikki fyri tí í barndómsfelagnum. Hon skifti til greipuvinnararnar úr Stjørnuni, og tað hevur hon ikki angrað, nú hon leygardagin skal spæla steypafinalu fyri fullari høll á Hálsi.
Marjun er hinvegin uppvaksin í Neistanum, men valdi at skifta til Kyndil í nøkur ár, men undan kappingarárinum 2003/2004 valdi hon at fara aftur til Neistan. Nú sleppur hon fyri fyrstu ferð so at royna seg í eini steypafinalu, og gongur tað eftir vild hjá Neistanum, so verður tað Marjun, sum leygardagin tekur ímóti steypinum, tá ið Neistin hevur vunnið finaluna. Um so er, fer Marjun óivað at geva sysktinabarninum, Stjørnuvenjaranum Rógva Nielsen, eitt lítið prik og arga hann, næstu ferð at familjan er savnað.
Stjørnan er favorittur
Tað er neyvan nakað dulsmál, at tað eru klaksvíkskvinnurnar úr Stjørnuni, sum eru favorittar til at vinna finaluna leygardagin. Liðið liggur í løtuni á odda í landskappingini, og harafturat eru tær greipuvinnarar frá í fjør. Í seinastuni hava avrikini hjá Stjørnuni tó verið nakað óstøðug, og tað ásannar Fríða Petersen:
- Vit hava verið ræðuliga óstøðugar í seinastuni, og serliga er tað í verjuni, at avrikini hjá okkum hava verið misjøvn, sigur hon. Fríða sigur tó eisini, at Stjørnan als ikki er av teirri fatan, at dysturin leygardagin er nøkur løtt uppgáva, sum bara skal fáast frá hondini. - Ein finala er ein finala, og um vit ikki eru klárar til dystin, so vinna vit ikki, sigur hon.
Marjun Tróndarson ásannar eisini, at Stjørnan er favorittur at vinna finaluna, men hon heldur tó ikki, at tað er ómøguligt hjá teimum at syrgja fyri einum óvæntaðum úrsliti. - Tá ið vit spældu móti teimum í Klaksvík í landskappingini fyrr í kappingarárinum, høvdu vit takið á teimum størsta partin av dystinum, men mistu tó leiðsluna móti endanum. Eg eri sannførd um, at fáa vit verjuna hjá okkum at koyra optimalt, so fer tað eisini at merkjast í álopinum, og so kunnu vit koppa teimum, sigur liðskiparin hjá Neistanum.
Joan og Simona eru lyklaleikararnir
Spurdar hvørjar leikarar hjá mótstøðuliðnum umráðandi er at hava eyguni eftir í finaluni, hugsar serliga Marjun seg væl um. - Eg haldi, at tað er umráðandi hjá verjuni hjá okkum, at vit hava eitt vakið eyga við Joan Midjord Djordjevic, tí hóast hon ikki altíð skýtur so nógv mál, so er hon spælstýrarin hjá Stjørnuni, og fáa vit tamt henni, fáa vit eisini bast einum stórum parti av álopsspælinum hjá teimum, sigur Marjun Tróndarson.
Ikki óvæntað heldur Fríða Petersen, at hjá Stjørnuni ræður um serliga at hava eyguni eftir stórskjúttanum hjá Neistanum, Simonu Petersen, sum á einum góðum degi einsamøll kann koppa einum liði.
Nógvir áskoðarar úr Klaksvík
Nógvir áskoðarar kunnu væntast til kvinnufinaluna. Serliga eru tað klaksvíkingar, ið plaga at møta manssterkir til slíkar dystir hjá Stjørnuni, og tá ið tær herfyri leiktu hálvfinalu móti VB í steypakappingini, vóru ikki færri enn 900 fólk til dyst í Klaksvík.
- Eg ivist ikki í, at tað verða okkara áskoðarar, ið fara at síggjast og hoyrast best í høllini leygardagin, sigur Fríða Petersen. Marjun Tróndarson heldur tó, at tá ið finalurnar nú verða leiktar í Havn, so burdi tað verið so, at áskoðararnir hjá teimum vóru við yvirlutan, men hon loyvir sær tó at ivast í hesum, tí eftir hennara tykki eru áskoðararnir hjá Stjørnuni betur skipaðir enn teir hjá Neistanum.
Hóast finalan verður leikt í høllini á Hálsi, sum er heimavøllur hjá Neistanum, so metir Marjun Tróndarson ikki, at tað er nakar fyrimunur hjá teimum. - Tað er neyvan nakar fyrimunur hjá okkum, tí allarhelst verða tað minst líka nógvir klaksvíkingar á áskoðaraplássunum sum neistafólk, heldur hon. Fríða tekur undir við hesum og sigur, at tað einasta sum fólk í Klaksvík tosa um í løtuni er finalan leygardagin. - Eg eri sannførd um, at vit fara at eiga høllina leygardagin, sigur hon.
Fyrireika seg sum vanligt
Hóast liðini spæla steypafinalu leygardagin, so verður ikki gjørt nakað eyka burtur úr fyrireikingunum til dystin hjá hvørki Neistanum ella Stjørnuni, siga tær báðar.
- Vit venja seinastu ferð hóskvøldið, og fríggjakvøldið verða vit allarhelst savnaðar til okkurt meiri sosialt, men tað verður ikki gjørt nakað eyka burtur úr. Leygardagin hittast vit sum vant í Neista-hølunum undan dystinum og hava taktikfund, so tað er alt sum vanligt, sigur Marjun Tróndarson.
Fríða Petersen, sum er búsitandi í Havn, venur vanligani bert tvær ferðir um vikuna í Klaksvík, og hon skuldi venja saman við liðfeløgunum hóskvøldið. - Eg vænti ikki, at vit venja fríggjakvøldið, og so frægt eg veit, so verður ikki gjørt nakað eyka burtur úr fyrireikingunum til dystin, sigur Fríða Petersen.
Nervarnir eru farnir at gera vart við seg
Nú tað er farið at nærkast sjálvum finaludegnum, eru tær báðar Marjun og Fríða farnar at merkja eitt sindur til nervar til dystin. Finalurnar verða sendar beinleiðis í sjónvarpinum, og tað er eisini nakað, sum tær hugsa um undan finaluni, at alt Føroya fólk kann fylgja við teimum. - Tað situr í høvdinum, men tá ið tú ert komin út á vøllin, so hugsar tú ikki longur um tað, sigur Marjun Tróndarson, sum viðgongur, at hon longu nú hevur eitt sindur av nervum.
Fríða heldur eins og Marjun, at tú hevur tað í høvdinum, at sjónvarpið sendur beinleiðis, men eins og Marjun sigur hon, at tað er nakað, sum tú ikki hugsar um, tá ið dysturin er farin í gongd. - Eg havi tað soleiðis, at tá ið eg spæli dyst, so hugsi ikki um annað enn dystin, og eg hoyri til dømis als ikki áskoðararnar, um teir so eru 1.000 í tali, sigur hon. Enn sigur Fríða seg ikki hava fingið nakað serligt av nervum, men hon ivast ikki í, at teir fara at gera vart við seg í næstum.
Spurdar, hvussu úrslitið fer at verða leygardagin, eru tær báðar ikki samdar á máli. - Eg vænti, at vit vinna 25-23 eftir ein spennandi dyst, sigur Stjørnu- málverjin Fríða Petersen. Neista-liðskiparin Marjun Tróndarson væntar ein enn meiri spennandi dyst, sum Neistin vinnur 27-26! Hvussu úrslitið verður, tað vita vit leygardagin umleið klokkan fýra.