Á býrðáðsvalinum í 2012 fekk Javnaðarflokkurin reinan meiriluta í Tórshavnar býráð, 7 býráðslimir av 13. Tað fekk flokkurin, hóast hann »bara« hevði 41,3 prosent av atkvøðunum. Á býráðsvalinum í 2020 fekk Javnaðarflokkurin 43,9 prosent av atkvøðunum í Tórsavnar kommunum, men »bara« 6 býráðslimir av 13.
Orsøkin er útrokningarhátturin, tann sonevndi D’Hondt útrokningarhátturin. Tá valúrslitið verður roknað út, so verða tølini hjá flokkunum býtt við 2, 3, 4, 5 og so víðari. Síðani verða umboðini býtt út frá støstu tølunum til – í heesum føri í Tórshavnar kommunu – tey 13 størstu tølini eru funnin, og har við býtt millum flokkarnar.
Av tí at bara fýra flokkar vóru í Tórshavnar býráð í 2012, so var tað lutfalsliga lættari hjá Javnaðarflokkinum at fáa meiriluta við færri prosentum, enn í 2020, tá fimm flokkar vórðu valdir í Tórshavnar býráð.
Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, hevur spurt Bjarna Kárason Petersen, hvat hann heldur um, at D’Hondt útrokningarhátturin verður brúktur til uppgerð av kommunuvali.
Landsstýrismaðurin svarar, at D’Hondt útrokningarhátturin er ein væl kendur og nógv brúktur háttur at gera upp valúrslit og býta mandat.
– D’Hondt útrokningarhátturin tryggjar, at mandat verða býtt lutfalsliga í mun til atkvøður, sigur landsstýrismaður.
– Sum við øllum útrokningarháttum, eru eisini fyrimunir og vansar við D’Hondt háttinum. Av fyrimunum kunnu nevnast, at hann er nógv brúktur, einfaldur, lættur at skilja og harvið gjøgnumskygdur, sum alt annað líka er gott fyri fólkaræðið, sigur Bjarnir Kárason Petersen. Og hann heldur fram:
– Hinvegin ber D’Hondt í sær eina lutfalsliga skeikling í umboðanarbýti millum stórar og smáar flokkar. At smærri flokkar hava heldur torførari við at fáa umboðan í mun til størri flokkar, kann hava við sær, at fólk aftra seg við at atkvøða fyri nýggjum ella smáum flokkum, tí tey stúra fyri, at atkvøðan kann fara til spillis. At gáttin fyri smærri flokkar er lutfalsliga hægri, kann sjálvandi minka um fjølbroytni í politikki, sigur hann.
Í 2010 var løgtingsvallógin broytt og farið var frá D’Hondt til størsta brøk.
– Í løtuni er eingin ætlan um at broyta útrokningarhátt fyri kommunuval, men tað hevur samstundis týdning, at vit geva okkum far um, hvussu útrokningarhátturin, sum brúktur verður, ávirkar umboðanina av fólkinum. Tí tað er rætt, at smáu flokkarnir fáa eina lutfalsliga yvirumboðan í løgtingsvali og tað øvugta, teir stóru flokkarnir og listarnir eru lutfalsliga yvirumboðaðir í kommuvali, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, í svarinum til Eirik í Jákupsstovu.