Líka sum í Føroyum, er ójavnstøða í donskum javnstøðupolitikki. Demokratia, sum virkar fyri javnstøðu í politikki, skipaði í gjárkvøldið fyri kjakfundi í Miðlahúsinum, har høvuðsgestur var Hans Engell. Hans Engell er fyrrverandi floksleiðari í Konservativa flokkinum í Danmark, og hevur harafturat virkað sum blaðstjóri á Ekstrablaðnum.
Í upplegginum til kjakfundin greiddi hann frá javnstøðugongdini í Danmark, og kom við ráðum til kvinnuligar politikkarar, sum ætla sær fram í politikki.
- Tað er sera einfalt. Ein skal hava eina greiða politiska hugsjón, ein boðskap og standa fyri onkrum. Tað eru ongar barnabillettir í politikki. Treytirnar eru tær somu fyri menn og kvinnur. Um ein heldur, at mennirnir ein dag seta seg niður og avgera at geva kvinnunum 20 av plássunum, tekur ein so dyggiliga feil, sigur Hans Engell.
Kvinnurnar arbeiða harðari
Hóast boðskapur kann ljóða einfaldur, er tað als ikki líka lætt hjá kvinnum, ið ætla sær upp í politikk. Miðlarnir kunnu til dømis fara harðliga til verka, og leggja ofta harðari eftir kvinnunum enn monnunum.
- Miðlarnir hefta seg ikki við hvussu ein mannligur politikkari sær út ella hvussu hann klæðir seg. Men hetta eru ting, kvinnuligir politikkarar kunnu rokna við at verða útsettar fyri. Eg plagi at siga, at tá menn skulu arbeiða 100 prosent, skulu kvinnurnar arbeiða 110 prosent fyri at kunna fylgja við.
Men júst tað, at kvinnurnar arbeiða harðari enn mennirnir, gera tær áhugaverdar fyri ein floksformann, sum eigur at leggja seg eftir javnstøðu.
- Kvinnurnar arbeiða harðari, tær gera sær meir ómak, og møta sjáldan ófyrireikaðar upp til ein fund. Og tað gera tær lokkandi fyri ein formann.
Sjálvur hevur Hans Engell verið við til at ført fram kvinnuligar politikkarar, ið hava klárað seg væl í politiska spælinum. Eitt nú Lene Espersen, sum nú er formaður í Konservativa flokkinum,
- Tað, sum sermerkti teirra arbeiði, var ídni, styrki at svara fyri seg, tá orðaskiftið gongur harðliga fyri seg, og slagkraft í miðlunum.
Ábyrgdin liggur hjá floksleiðarunum
Javnstøðan í donskum politikki er batnað. Men enn er nakað á mál. Næst eftir Føroyar, er Danmark tað landið í Skandinavia, ið hevur vánaligastu umboðanina í politikki.
- Politikkurin broytist ikki av at kvinnur koma upp í politikk. Men hann fær eina aðra dýpd. Eg vil eisini siga, at Fólkatingið er vorðið betur skipað, síðan kvinnurnar eru vorðnar so nógvar. Arbeiðslagið er vorðið meir effektivt.
Kvinnur halda seg aftur í politikki, og eru skjótar at takka nei til at taka við ábyrgd. Men her eru tað formennirnir í teimum ymsu flokkunum, ið hava ábyrgdina at fremja javnstøðu.
- Eg vil siga, at fremsta uppgávan hjá politisku leiðarunum er at fáa kvinnur at stilla upp. Tað vísir seg ofta, at tá tær eru komnar inn, dáma tær kortini væl politiska spælið. Og so kemur ábyrgdin av sær sjálvum, sigur Hans Engell.