##med2##
Landsliðið hevur í dag sína fyrstu venjing á Tórsvølli, sum ein partur av fyrireikingunum til EM-landsdystirnar móti Rumenia og Malta, sum verða 12. og 15. oktober. Hetta verða seinastu landsdystirnir hjá Lars Olsen á Tórsvølli, men tað merkir ikki at spælararnir fáa nakra gávu.
- Eg fyrihaldi meg til hesar dystirnir júst sum allar aðrar dystir. Tað at eg gevist um fýra dystir, ella hálvan annan mánað, merkir einki fyri hesar dystirnar, sigur Lars Olsen, tá hann verður spurdur um hann ætlar at blanda kortini øðrvísi, nú talan er um hansara seinastu heimadystir.
Landsliðsvenjarin sigur eisini til venjingina fyrrapartin í dag, at hann væntar at spæla við trimum í miðverjuni. Hann leggur eisini afturat, at fyrst verður øll orkan lagt inn móti Rumenia, áðrenn tankarnir fara til dystin móti Malta.
- Mær dámar ikki at kalla tað fimm í verjuni, men tað var tað móti Spania. Vit koma at spæla við somu spælskipan, men tað er ikki vist at tað verða somu spælarar. Ætlanin er, at spæla 3-4-3 tá vit hava bóltin, men verja í eini 5-4-1, sigur Lars Olsen um dystin móti Rumenia.
Han leggur dent á, at føroyska liðið vinnur einki við at standa í verjustøðu ein heilan dyst. Tí er týdningarmikið, at vongbakkarnir koma fram og at liðið roynir at hótta mótstøðuliðið.
EM-landsdysturin móti Rumenia verður á Tórsvølli leygardagin klokkan 17. In.fo og FM1 hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.