– Samfelagnum tørvar eitt fjølbroytt miðlalandslag og ein sterkan public service stovn. Hetta uppskot er ein roynd at styrkja fjølmiðlarnar og gera greiðan skilnað millum alment fíggjaða public service stovnin Kringvarpið og teir privatu fjølmiðlarnar.
Tað siga Gunvør Balle, tingkvinna úr Tjóðveldi, og Rigmor Dam, tingkvinna úr Javnaðarflokkinum, sum í gjár løgdu fram uppskot á ting, ið sambært teimum báðum sjálvum hevur til endamáls at styrkja føroyska miðlalandslagið.
Sum støðan er í dag, so missa privatu nógvar pengar, tí at Kringvarpið fer av stað við so nógvum lýsingar og sponsorpengum, sum nátúrliga hoyra privatu miðlunum til.
(Sigast skal beinanvegin, at høvundurin av hesi grein als ikki er óheftur í hesum máli, men hevur stór áhugamál, stórt innlit og stóra vitan um at reka miðlavirksemi á privatum og kommerisellum grundarlag.)
Størsti trupulleikin hjá okkum í Miðlahúsinum er, at vit kappast við Krinvarpið á ójøvnum grundarlag. Kringvarpið er fíggja við kringvarpsgjaldi, sum fólk við lóg verða noydd at gjalda. Tí kunnu vit ikki á nakran hátt kappast við Kringvarpið, sum altíð fær dumpað prísirnar, tí tey hava sítt útgangspunkt í teimum 46 milliónunum, sum eru lógarkravdar til stovnin. Kringvarpið rindar ikki fyri sendinetið ella útbreiðslu annars.
Miðlahúsið rindar milliónaupphædd um árið til sendinet til Rás2 og aðrar mlliónaupphæddir til prent og uppaftur aðrar millióna upphæddir til Posta fyri útbreiðslu.
Alt hetta fær Kringvarpið ókeypis, tí tað rindar landskassin – skattgjaldarin. Oman á hetta fær Kringvarpið út við 50 milliónir krónur í lógarkravdum kringvarpsgjaldi. Tískil hava privatir miðlar, sum til dømis miðlarnir hjá Miðlahúsinum, ongan kjans í kappingini við Kringvarpið, sum altíð fær undirbjóða.
Vit hava gjørt vart við hetta í mong harrans ár, men tað hevur verið sum at tosa fyri deyvum oyrum at fáa politikarar at skilja hetta.
Men nú eru umsíðir batar at hóma – so sum hetta uppskotið hjá hesum báðum tingkvinnum er dømi um.
Tær báðar siga, at uppskotið snýr seg um, at mvg-upphæddin av kringvarpsgjaldinum verður roknað við í inntøkurnar hjá Kringvarpinum.
– Hugsanin er, at borgarin rindar tad sama, landið frásigur sær mvg-upphæddina av gjaldinum og harvið fellur upphæddin til Kringvarpið. Við hesi hækking í inntøkunum hjá Kringvarpinum fer at bera til at banna handilslýsingum og sponsoratum, siga tær báðar í viðmerking til uppskotið.
Tær vísa eisini á, at av tí, at vit einans hava ein sjónvarpsmiðil, kann sjónvarpið hjá Kringvarpinum framvegis senda føroyskt framleiddar filmaðar sjónvarpslýsingar.
– Fyri at tryggja redaktionella frælsið og trúvirðið hjá almenna public service stovninum, Kringvarpi Føroya, verða inntøkurnar frá sjónvarpslýsingum (sum seinastu árini hava verið umleið 1,3 mió kr) brúktar til demokratistuðul, sum skal stimbra eitt fjølbroytt og nýskapandi miðlalandskap, siga Gunvør Balle og Rigmor Dam.
Sambært teimum báðum styrkir uppskotið fíggingargrundarlagið undir Kringvarpinum og skapar greiðan skilnað millum alment fíggjaða Kringvarpið og privatu miðlarnar, við at banna handilslýsingum í Kringvarpinum.
Tær siga eisini, at við hægri fígging hevur Kringvarpið ikki tørv á lýsingarinntøkum, og hetta gevur samstundis privatu miðlunum øktar inntøkumøguleikar.
– Í verandi skipan er inntøkan av kringvarpsgjaldi 46 milliónir krónur árliga, meðan sveiggjandi inntøkur sum eydnuspøl og lýsingar fíggja restina. Virðið á mvg’num er umleið 11,5 milliónir krónur árliga, og nýggja skipanin kemur sostatt at geva áleið 57,5 mió kr. árliga í kringvarpsgjaldi umframt inntøkur frá spølum, siga tær.
Tingkvinnurnar vísa eisini á, at seinastu árini hava bløð um allan heimin havt sera tungt við at fáa raksturin at hanga saman. Hetta bæði tí at haldaratalið er lækkandi, lýsingarinntøkurnar eru minkandi og tí at stór tøknilig menning er farin fram, so nógv tíðindir eru til taks ókeypis á netinum.
– Við lækkandi haldaratali eru lýsingar høvuðsinntøkugrundarlagið hjá privatu miðlunum. Tí verður tað mett rætt at hava greiðan skilnað, soleiðis at Kringvarpið hevur eitt trygt inntøkugrundarlag frá kringvarpsgjaldinum og privatu miðlarnir eiga lýsingarmarknaðin. Kringvarpið skal ikki hava fyri neyðini at kappast við privatu miðlarnar um lýsingarpengar, siga tær báðar í uppskotinum, sum varð lagt fyri tingið í gjár.