Ongar veljarakanningar passaðu

Tað, sum sá út til at fara at verað ein sigursgongd av teimum stóru fyri teir borgarligu í Danmark, gjørdist av sonnum ein marra, sum teir koma at minnast í langa tíð framyvir. Tann stóra framgongdin hjá Vinstra hvarv og formaðurin í Konservativa flokkinum er nú ikki umdømisvaldur men eykavaldur tingmaður

Ikki gongst altíð, sum prestur prædikar, sigur orðatakið. Og tað mugu borgarligu flokkarnir í Danmark sannað, nú valið er av.

Veljarakanningarnar undan valinum vístu, at teir borgarligu stóðu til ein greiðan sigur. Minnið enn eina viku undan valinum sá enntá út til, at teir borgarligu fingu ikki færri enn 93 tingmenn, meðan stjórnin og stuðulsflokkar hennara bert fingu 82 tingmenn.

Henda støða hevði sett formannin í Vinstra-flokkinum í forsætisráðharra sessin, og sigast má at veljarakanningarnar vórðu tiknar í álvara.

Eisini í Føroyum.

Her søgdu bæði løgmaður og Jóhannes Martin Olsen, at nú sá tað endiliga út til, at Uffe gjørdist statsministari, og tí høvdu teir fegnir vilja fingið annan mannin á danatingið.

Men, mongum brestir ætlan.

Hvørgin teirra fekk nakað at gleða seg yvir valkvøldið, og sum valdagurin leið, gjørdist í Danmark alt greiðari, at valið fór at verða nógv meira spennandi enn nakar hevði droymt um.


Veljarakanningarnar púra av leið

Í øðrum londum er sigur at gera sokallaðar exit-polls.

Hetta eru veljarakanningar, har fólk, sum hava verið á valið verað spurd hvat tey hava valt.

Og eina tílíka gjørdu teir eisini í Danmark valdagin.

Henda kanning vendi upp og niður upp á allar veljarakanningar sum gjørdar vóru frammanundan.

Nú sá nevniliga út til, at stjórnin fór at vinna valið.

Og so varð.

Tí tá seinastu atkvøðurnar vóru taldar upp, vísti tað seg, at stjórnin hjá Poul Nyrup Rasmussen og stuðulsflokkar hennar akkurát høvdu togað seg framum ? á sjálvari mállinjuni.

Teir fingu 88 tinglimir, meðan borgarligu andstøðuflokkarnir bert fingu 87 tinglimir.

Hetta merkir so aftur at teir norðuraltlantisku tingmenninir kunnu gerast tungan á vágskálini.

Í Grønlandi varð ein borgarligur og stjórnarsinnaður valdur, og úrslitið í Føroyum kenna vit.


Danski Fólkaflokkurin stóri vinnarin

Stóri vinnarin av danska valinum gjørdist Dansk Folkeparti.

Fyri góðum ári fór Pia Kjærsgaard úr Framburðsflokkinum og stovnaði sín egna flokk, Dansk Folkeparti.

Flokkurin, sum er kendur fyri sín harðrenda útlendingapolitikk fekk 7,4% av atkvøðunum og 13 tingmenn valdar.

Pia Kjærsgaard segði, at hon var sera fegin fyri úrslitið, og hon segði eisini, at úrslitið vísti, at tað var útlendingapolitikkurin sum upptekur sinnini í Danmark men at hinir flokkarnir vóru ov bangnir at taka málið upp í valstríðnum.

Og tað vóru teir revsaðir fyri, segði Pia Kjærsgaard.

Gamli flokkur hennara misti harafturímóti 4% av atkvøðunum og hevur nú bert 2,4% av atkvøðunum. Fyri tað fekk flokkurin 4 tingmenn. Millum teirra er tann í Føroyum so kenda Kirsten Jacobsen


Socialdemokratarnir gingu fram

Tey seinastu nógvu valini hevur danski javnaðarflokkurin havt stórar trupulleikar.

Teir hava mist atkvøður við hvørt val, og sambært veljarakanningunum hesaferð sá út til, at so skuldi verða aftur hesaferð.

Hendi tað, so varð spurnartekin sett við Poul Nyrup Rasmussen, sum leiðara í flokkinum.

Men úrslitið av valinum ger óivað at hann situr tryggari í hesum sessi, enn hann gjørdi áður.

Socialdemokratarnir fingu eina framgongd uppá 1,4% og fingu ein tingmann afturat. Teir hava sostatt 63 tingmenn, ístaðin fyri 62.

Men fyri Jytte Hilden, granskingarráðharra, hevði vali sín kostnað, tí hon varð ikki afturvald.

Hin stjórnarflokkurin, teir Radikali Vinstri misti harafturímóti 0,7% av atkvøðunum og hava nú 7 tinglimir.

Eisini teirra ráðharrar fingu pískin at føla.

Mentamálaráðharrin, Ebbe Lundgård, slapp heldur ikki hesaferð inn um fólkatingsgáttina.

Heldur ikki undirvísingarmálaráðharrin, Ole Vig Jensen, varð valdur inn á ting hesaferð.

Fyri báðar teirra má tað takast sum ein misálitisváttan.

Teir hava, hvør á sínum øki, havt ymisk uppskot frammi, sum hava elvt til ógvisligt kjak. Og tað hevur óivað gjørt sítt til, at teir ikki komu innaftur.


Konservativi flokkurin fekk ein lúsing

Tann heilt stóri taparin í danska valinum vóru teir konservativu.

Flokkurin hevði undan valinum 27 tinglimir, men nú valið er av, eru bert 16 eftir.

Hetta seinasta árið hevur, alt sum tað er, verið ein marra fyri flokkin.

Fyrst gjørdi táverandi leiðarin, Hans Engell tað óbótagerð, at koyra fullur og renna á.

Hann tók avleiðingarnar av hesi ger og fór frá, men royndi alt hann kundi at fáa ein av sínum egnu í leiðarastólin, men onki hjálpti.

Anne Birgitte Lundholt tapti dystin móti Per Stig Møller, sum gjørdist floksleiðari.

Men tað gekk ikki meira enn ein vika, fyrr enn tað kom undan kavi at eisini hann hevði ein dóm fyri rúsdrekkakoyring.

Men tað var ikki nóg mikið við tí.

Hann hevði logið fyri fjølmiðlunum um hendingina.

Hesar óhepnu hendingar hava spælt nógv inn í veljarakanningum sum gjørdar eru seinasta árið.

Og tað gjørdist, tá Hans Engell í fjølmiðlunum segðist at vera á veg fram aftur sum leiðari í flokkinum, uttan at tað tó varð váttað av nøkrum.

Klandur í politiskum flokki spælir ongantíð væl av og sigast má, at veljararnir hava givið flokkinum ein syngjandi lúsing til hetta valið.

Fleiri av fremstu fólkum í flokkinum vórðu ikki afturvald. Teirra millum varð Kent Kirk, úr Esbjerg, og valkvøldið var ivið um, hvørt Pia Cristmas Møller var afturvald ella ikki.

Hjá formanninum Per Stig Møller gjørdist valið dupult marra. Tí ikki nóg mikið við, at flokkurin misti nógvar menn. Hann var sjálvur um at gerast ein teirra sum ikki varð afturvaldur.

Men hann datt inn um tinggáttina, sum eykavaldur tingmaður, og sum skilst vóru tað nakrar fáar atkvøður sum góvu honum sessin.

Um tað fær avleiðingar fyri hann sum formann er óvit, men tað kann væl hugsast.


Uffe Ellemann?Jensen var skuffaður

Formaðurin í Vinstra, Uffe Ellemann?Jensen var skuffaður av úrslitinum.

Royndur sum hann er, lætst hann hava størri áhugað fyri at tosa um at hann skal verða abbi hvørja løtu, enn at tosa um valúrslitið, men tað kom tó seinni.

Hann segði, sum var, at tá stjórnin høvdu fingið fleiri tingsessir enn teir borgarligu, so hevði stjórnin vunnið.

Hann helt tó at tað var í so tíðliga at ynskja stjórnini tillukku valkvøldið, tí úrslitið úr Grønlandi var ikki greitt tá.

Tað er tað haraftur ímóti nú, og tað er stjórnin hevur vunnið valið.

Uffe Ellemann?Jensen segði stutt eftir, at nú fór hann at tosa við flokkin um sína støðu, og legði harvið upp til, at hann møguliga fer frá sum formaður í flokkinum.

Tað er sjálvandi alt ov tíðliga at tosa um tað enn, men hendir tað, so er lagt upp til stríð um hvør skal verða eftirmaður hansara.

Tveir sum ógvuliga fegnir vilja seta seg í hansara stól eru Anders Fogh Rasmussen og Peter Brixtofte, sum báðir hava royndir sum ráðharrar í ryggsekkinum.

Men tað er ongin orsøk til gitingar um tað enn.


Grumsut fólkating

Nú skal so fólkatingið aftur til arbeiðis.

Poul Nyrup Rasmussen heldur fram sum stjórnarleiðari og sambært donskum tíðindastovum, hevur hann nýggja ráðharralistan kláran.

Stjórnin hevur meiriluta, tá tinglimirnir hjá SF og Eindarlistanum verða taldar við, og spurningurin er so hvat CD ger.

Mimi Jakobsen segði áðrenn valið, at tey fóru at vísa á ein borgarliga stjórnarleiðara, um farið varð til drotningina eftir valið, men hetta verður av ongum nú.

Og so broytti flokkurin aftur støðu tí nú ætlar hann at royna at ávirka stjórnina so nógv sum hann kann. Á hvønn hátt CD ætlar at gera tað er óvist, men teir hava fyrr sagt at verða teir stuðulsflokkur hjá stjórnini, so er tað fyri at verða mótvekt móti vinstraflokkunum.

So er spurningurin, um Poul Nyrup vil samstarva við ein flokk, sum fyri stuttari tíð síðani hevur avvíst at stuðla honum.