? Eg visti hatta altíð. Arbeiðarin hevur ongar vinir í Tjóveldisflokkinum.
Hetta vóru fyrstu orðini frá Karl Johansen, formanni í Havnar Arbeiðsmannafelag, tá Sosialurin bað hann um viðmerking til, at ein meiriluti í trivnaðarnevnd løgtingsins hevur mælt løgtinginum frá at taka undir við uppskoti andstøðurnar um at broyta dagpeningaskipanina fyri tey tímaløntu.
Einki vird
Karl Johansen staðfestir, at vanligi arbeiðarin als ikki verður virdur. Heldur ikki av Tjóðveldisflokkinum, ið annars sigur seg umboða arbeiðaran
? Eg eri ógvuliga skuffaður av Páll á Reynatúgvu, ið hevur sagt seg vera vin arbeiðaranna og sum tískil er valdur av arbeiðaranum. Men nú sæst, at hann hóast alt ikki er vinur føroysku arbeiðaranna.
Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag sigur, at tá hetta er prísurin fyri at fáa fullveldi, ræðist hann, hvat fer at henda, tá komið er so mikið langt, at vit hava fingið fullveldi.
? Vit verða so lítið vird, at eg eri bangin fyri, at eftir loysingina fara vit, tað arbeiðandi fólkið at líða hungur og hall. Arbeiðarin fær nevniliga aldri nakrar sømdir, staðfestir Karl Johansen.
Undanførsla
Vit vísa Karli á, at ein av grundgevingunum hjá trivnaðarnevndini fyri at vera ímóti uppskotinum at broyta dagpeningaskipanina er, at landsstýrið arbeiðir við at gera eitt uppskot til nýggja dagpeningaskipan.
Men hetta metir Karl bert sum undanførslur. Somuleiðis heldur hann hina grundgevingina, ið sigur, at arbeiðsgevarin skal rinda dagpeningaskipanina, vera tað bera tvætl. Hann vísir á, at arbeiðsgevarar aldri lata nakað, uttan teir eisini fáa nakað afturfyri. Hann vísir á, at um arbeiðsgevararnir skuldu rinda dagpeningaskipanina, høvdu tey tímaløntu ikki fingið lønarhækkan tey næstu mongu árini.
? Hevur landið ikki ráð til at ofra 10 milliónir til eina nýggja dagpeningaskipan til vanliga, tímalønta arbeiðsflólkið, so hava vit heldur ikki ráð at loysa. Men eg má enn einaferð staðfesta, at vit bara eru arbeiðarar, og so ber til at fara soleiðis við okkum!
Javnrættindi
Karl Johansen vísir á, at allar almennar lønir verða goldnar úr landskassanum. Tey fastløntu fáa løn frá fyrsta sjúkradeg, og tískil kann sigast, at tey fáa sjúkradagpening úr landskassanum. Tískil spyr hann, hví arbeiðarin ikki eisini kann fáa sín sjúkradagpening úr landskassanum.
? Tað skuldi ikki verið meira enn rímiligt. Men nú síggja vit, hvussu Tjóðveldisflokkurin fer við arbeiðaranum, sigur hann at enda.