Útgávuviksemið hjá KFUM byrjaði longu í 1940, tá fyrsta Jólaboð kom út. Undir krígnum var nevniliga sera smátt við føroyskum útgávum, og tí hildu stigtakarnir tað vera vert at royna seg við einum savni av søgum og siðsøguligum tilfari, hóast útlitini fyri, at útgávan fór at bera seg, ikki vóru av teimum bestu.
25 ár sum ritstjóri
Tað gekk tó betur enn væntað og Jólaboð er komið út á hvørjum ári síðani, sum ein trúføst áminning um, at jólahøgtíðin er í hondum. Seinnu árini er ritið komið út í ikki færri enn 3000 eintøkum. Ein av eldsálunum aftanfyri útgávuna er Guttorm Zachariassen, sum fyrr í ár kundi halda 25 ára starvsdag sum ritstjóri á Jólaboð. Enn hevur hann ikki ætlanir um at gevast, í øllum førum ikki so leingi, sum hinir hjálpa, sigur Guttorm, sum saman við Svenning Tausen og Theodor Hansen rekur Bókadeild KFUMs.
Fyrsta útgávan hjá forlagnum var søgusavnið Í Harrans hondum eftir Jóhan Nielsen, prest, sum kom út í 1985. KFUM byrjaði tó longu at geva út bøkur í 1959, tá fyrsta bindið av Lívsmyndir eftir Christian Høj kom út. Av øðrum bókum kunnu nevnast andaktsbókin, Hvílið tykkum eitt sindur eisini eftir Christian Høj, Leiðir Harrans við søgum, sum Katrin Joensen týddi og Av Stórugrynnu til Jorsalar, ið er savn av søgum úr eldri útgávum av Jólaboð.
Robinson Krusoe
Í hesum døgum roynir Bókadeild KFUMs seg við eini heldur øðrvísi útgávu. Tað er bókin Robinson Krusoe eftir Joachim H. Campe, sum Theodor Hansen hevur týtt til føroyskt. Bókin byggir á heimskendu søguna hjá Daniel Defoe um Robinson Krusoe og Fríggjadag og teirra upplivingar á oydnu oynni. Campe hevur skrivað nógvar bøkur, serliga barnabøkur, sum altíð eru bæði upplýsandi og samstundis stuttligar hjá børnum at lesa.
KASSA
Jólaboð 2005
Í Jólaboð í ár eru siðsøguligar greinir, yrkingar og søgur bæði upprunaligar og týddar.
Inngangin Jólini sólstøða mannahjartans hevur Meinhard Bjartalíð skrivað.
Í søguni Barnhús eftir John S. Myllhamar hoyra vit um fimm ára gomlu gentuna Súsonnu, sum at enda verður ein eingil.
Í søguni Gáloysni, sum Sigvald Kristiansen hevur skrivað, hoyra vit um drongin Hanus, sum so fegin vil hava eitt heimalamb, og hvussu hetta kom í lag.
Og í søguni Tað ævilanga listarverkið fer Jógvan Ingvard Olsen við okkum inn í ein egningarskúr, har vit uppliva Kristian, sum m.a. filosoferar um agnið, og abbadóttrina, sum kemur við pannukøkum.
Umframt týðingar eru eisini tríggir sálmar, sum Kjartan Stakksund hevur yrkt, í Jólaboð hesuferð
Í siðsøguliga partinum undir heitinum Halga stund, ber signing og frið sigur Heini F. Petersen frá Jóhannesi Olsen og Sandavágs Sangkóri.
Eisini minnist Elin Johannesen aftur á farna tíð bæði í arbeiði sínum og í samfelagnum sum heild, og vísir á, hvussu stór broytingin hevur verið.
Í Minnisbrotum um abba sigur Osmundur Joensen okkum frá ymsum tilburðum um abba sín Peter Jacob Petersen í Sørvági.
Eisini er grein við endurminningum eftir Gudruna Zachariasen. Gudrun var gift við Jógvani Zachariasen, lækna, ættaður av Kirkju. Tilburðirnir í hesi grein fara fram undir og eftir fyrra heimsbardaga.