Ongin donsk útloysing

HM 2022: Eftir eitt langt forspæl megnaði Danmark ikki at umseta málmøguleikar til mál

Mynd: (Scanpix) Christian Eriksen iðrar seg

Tað endaði málleyst millum Tunesia og Danmark í fyrsta dystinum í bólki D. Tað vóru málmøguleikar í báðum endum, men tað endaði við málleysum javnleiki.

 

Forspælið hjá Danmark hevur verið langt. Teir vunnu undankappingarbólkin í stórum stíli, og tað bleiv ikki skorað móti teimum, fyrr enn Klæmint A. Olsen í næstseinasta umfarinum stútaði bóltin í málið í Parkini.

 

Danmark hevur eisini verið eitt av londunum, sum hevur bjóðað vertunum av í samband við rættindini hjá eitt nú LGBT+ og fremmandaarbeiðarunum. Hartil er búnin eisini merktur av einum mótmæli, tí DBU og Hummel merkini síggjast ikki eins væl og vanligt.

 

Tunesia stóð mát við Danmark

 

Tunesia hevði kanska størstu møguleikarnar, men Kasper Scheimchel spældi sum pápin gjørdi til EM 1992. Serliga góð var bjargingin, tá Issam Jebali bleiv spældur púra leysur. Hann lyfti bóltin, men Kasper Schmeichel var gløggur og fekk hondina á.

 

Danmark tók yvir sum dysturin gekk. Seinasta korterið mundi Danmark hava greiða yvirvág. Størsta møguleikan fekk Andreas Cornelius, tá hann bleiv leysur við handari stong, men tað eydnaðist ikki at fáa prikað bóltin í málið.

 

##med2##

 

Í yvirtíðini fingu tunesar ein kvøkk, tá dómarin fór til VAR-skermin í samband við eina støðu í brotsteiginum. Hóast bólturin kom í hondina á einum verjuspælara, so vóru donsku frásøgumenninir samdir, tá dómarin ikki bríkslaði fyri brotssparki.

 

Hini londini í bólkinum eru Frakland og Avstralia, sum spæla í kvøld.

 

Danmark – Tunesia 0-0 (0-0)

 

Mynd: (Scanpix) Christian Eriksen iðrar seg

Mynd: (Scanpix) Andreas Cornelius manglaði lítið í, at leggja Danmark á odda