Fjeppari
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
- Eg veit ikki um eg tori at møta honum. Kanska eg svími, tí hann er ein verulig hetja. Eg fari ikki at siga ein eingil, men hann og Gandhi eru tað tættasta, sum tað ber til, sigur 59 ára gamla kvinnan, sum størsta partin av lívinum hevur fylgt við, hvat Thorvald Stoltenberg hevur gjørt.
- Men tað er ikki soleiðis, at eg eri ein forfylgjari ella nakað. Eg haldi bara, at hann er ein góður maður, og tí havi eg klipt ymiskt út úr avísum, tá hann hevur verið frammi, greiðir Emma Heinesen frá. Hon leggur afturat, at tað eru summi, sum samla upp á filmsstjørnur og tónleikarar, men hjá henni hevur tað verið Thorvald Stoltenberg
Sá hann einaferð
Emma Heinesen greiðir frá, at hon í 1973 helt seg síggja hann.
- Tað var á flogvøllinum í Oslo, meðan eg var flogterna, at eg sá eitt fylgi. Tá helt eg bestemt, at eg sá høvdið hjá honum stinga úr rúgvuni, sigur Emma Heinesen. Hon greiðir somuleiðis frá, at hon ongantíð skilti, hvussu ein so góður maður kundi dragast fyri rættin.
Tað var eftir, at hann var friðarsemingsmaður á Balkan, og samráðingarnar endaðu úrslitaleysar.
- Tað var ongantíð hansara skuld, at kríggj bleiv á Balkan. Kríggið var klárt frammanundan, og tú kanst ikki draga ein mann fyri rættin fyri okkurt, hann als onga ávirkan hevði á, sigur hon.
Krabbi
- Eg sá einaferð, at hann hevur føðingardag 3. juli, og tað undrar meg als ikki, at hann er krabbi líkasum eg. Tí maðurin er ein verulig hetja, sum enntá bjargaði ungarum, hann als ikki kendi, tá ein bátur koppaði. Hugsa tær. Hann blakaði seg bara útí, uttan at hugsa um seg sjálvan. Eg haldi, at tað bara vísir, hvussu bleytur hann er innanfyri skelina, sigur Emma Heinesen, sum verður 60 ár 31. juli í ár.
Í litum
Í 70árunum búði Emma Heinesen í Danmark. Tá sá hon einaferð Thorvald Stoltenberg í sjónvarpinum. Fyri fyrstu ferð í litum.
- Eg hevði onkuntíð hoyrt hann í útvarpinum og sæð hann í svørtum og hvítum í sjónvarpi. Men eg minnist fyrstu ferð eg sá hann í litum. Eg minnist, hvussu mann veruliga sá, hvussu inniliga hann tosaði. Hann var hvítur um munnin og alt, so fegin vildi hann hava boðskapin fram, metir hon.
Norðurlendski Gandhi
Emma ivast heldur ikki, at Thorvald Stoltenberg beinleiðis kann samanberast við Gandhi.
- Hann er ein veruligur leiðari. Ein verðinsmaður, og hann er veruliga alt ov lítið róstur fyri sítt verk, sigur Emma Heinesen. Sum veruliga er fegin, at tað ber til at fáa so mæt fólk, sum Thorvald Stoltenberg til Føroyar.
- Vit tosa altíð um, at heimurin gerst minni, men eg haldi heilt víst eisini, at Føroyar gerast størri, greiðir hon frá.
Vil síggja hann
Emma Heinesen greiðir frá, at hon ongantíð var í iva, um hon skuldi fara í Norðurlandahúsið at lurta eftir Thorvaldi Stoltenberg.
- Tað verður ordiliga spennandi í morgin. Eg segði einaferð í 70unum, at tað hevði verið stuttligt at møtt hasum manninum, men eg roknaði ikki við, at tað fór at bera til, og eg veit heldur ikki, hví eg segði tað. Men nú ivist eg, um eg hevði torað at møtt honum. Kanska hevði eg svímað, staðfestir 59 ára gamla fjeppan.
Fakta
Torvald Stoltenberg (Føddur 3. juli 1931)
Hjúnafelagi: Karin Stoltenberg
Børn: Jens Stoltenberg, Camilla Stoltenberg og Nini Stoltenberg
Kendur sum:
Norskur verjumálaráðharri 79-81
Norskur uttanríkisráðharri 87-89 og 90-93
Friðarsemingmaður í Juguslavia 93
Stjóri í Norska Reyða Krossi 98-08