Brimil
Tað verða ikki fleiri samráðingar ímillum Fíggjarmálastýrið og Skipara- og Navigatørfelagið um lønina hjá skiparanum og stýrimonnunum á Brimli
Hóast Løgtingið nú hevur tikið málið til viðgerðar, hevur tað annars ligið í luftini, at tað bar til hjá pørtunum at samráðast fyri at vita um tað ikki bar til at finna eina loysn, so at tingið slapp undan at leggja upp í.
Eftir at málið varð lagt fyri tingið, eydnaðist at finna semju ímillum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálstýrið. Og tá ið tingið viðgjørdi málið, varð eisini róð framundir, at Fíggjarmálastýrið og Skipara- og Navigatørfelagið skuldi halda fram við royndunum at finna semju.
Partarnir gjørdu eisini eina roynd. Men hon miseydnaðist, tá ið Skipara- og Navigatørfelagið fór av fundinum um trý tíðina um náttina ,eftir at samráðingar høvdu verið í meiri enn sjey tímar.
Tá høvdu partarnir nærkast hvørjum ørðum, men altso ikki nóg mikið til at semja spurdist burturúr.
Eftir at tær samráðingarnar slitnaði, tók Skipara- og Navigatørfelagið av at taka tað seinasta tilboðið aftur.
Og nú tykist tað ikki sum um at fleiri royndir verða gjørdir.
Karsten Hansen, landsstýrismaður, sum førir samráðingarnar fyri Fíggjarmálastýrið, vísir á, at tað var Skipara-og Navigatørfelagið sum rýmdi av samráðingarfundinum.
Hann heldur, at tað tí má vera Skipara- og Navigatørfelagið, sum tekur stig til nýggjar samráðingar.
? Vit góvu teimum eitt tilboð, men ístaðin fyri at samráðast um tað, rýmdu teir av fundinum, sigur Karsten Hansen.
Hann sigur, at tilboðið, sum teir góvu felagnum, fevndi bæði um yvirmenninir á bæði Brimli og Tjaldrinum.
Men uppskotið, sum er lagt fyri tingið, fevnir bara um yvirmenninar á Brimli.
? So við at vraka uppskotið frá okkum, kann Skipara- og Navigatørfelagið vænta at stórur munur verður á lønini hjá skiparanum og yvirmonnunum á Tjaldrinum og á Brimli.
? Men av tí, at semja er gjørd við Maskinmeistarafelagið, sum gevur maskinmonnunum á Brimli og á Tjaldrinum eina trivaliga lønarhækking, kann tað eisini henda, at lønin hjá Maskinstjóranum á Tjaldrinum, verður hægri enn lønin hjá skiparanum og stýrimonnunum, sigur Karsten Hansen.
? Samstundis er ikki vist, at skiprin og Stýrimenninir verða tænastumenn við teimum rættindum, sum tað gevur, leggur hann afturat.
Ongin meining
Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, sigur, at tað veldst ikki um, hvat fer í tingið, men, hvat verður samtykt.
Tí vil hann ikki siga so nógv um tað enn.
Men hann heldur ikki, at sum støðan er, sær hann onga meining í, at kalla saman til fleiri fundar.
?Seinasti fundurin slitnaði, tí at tilboðið frá Fíggjarmálastýrinum var ov vánaligt. Og skulu fleiri fundir vera, skal tað vera tí, at Fíggjarmálastýrið hevur eitt betri tilboð enn tað, teir høvdu seinast.