Skráin fyri EM-undankappingina hjá føroyska U-19 landsliðnum í kvinnufótbólti er nú løgd. Føroyar komu her í bólki við Onglandi, Skotlandi og Kroatia, og einki er at ivast í, at talan verður um sera trupla uppgávu.
Føroyski venjarin, Álvur Hansen, er tó farin undir uppgávuna við góðum treysti, og hann hevur nú úttikið bruttohópin til ferðina. Í hesum eru Rannvá Poulsen, Simona Heinesen og Vilhelmina Olsen, AB, Barbara Langgaard, Rúna Højgaard og Sarah Ann Thomsen, B36, Rakul Magnussen, Mildrið Djurhuus og Rudi Zachariassen, EB/Streymur, Anna Joensen, KÍ, Sigrid Petersen, ÍF, Gunvá Pálsson, GÍ, Hanna Isaksen, B68/GÍ, Heidi á Lakjuni, Jacoba Langgaard og Heidi Sevdal, NSÍ/GÍ, Unn Hansen, NSÍ, Svava Vestergaard, Monika Samuelsen og Miriam Michelsen, VB, Rutt Thomsen og Kristina S. Joensen, MB, og Mary-Ann Isaksen, Skjold BK (Danmark).
Kappingin í Onglandi verður spæld í døgunum 26. september til 3. oktober.