Tað er ongantíð hent áður, at ein luttakari er vrakaður so stutt fyri finaluna í Eurovision.
Tað sigur Ole Tøpholm, sum í mong ár hevur verið viðmerkjari hjá DR, eftir at hollendski luttakarin, Joost Klein, í dag er vrakaður sum luttakari.
– Nú kann staðfestast, at tað er ein risa stór gøla. Oman á allan gangin og politisk kjak, so var tað eini eitt persónsmál, sum Eurovision tørvaði nú, sigur hann.
Joost Klein er vrakaður, eftir at tað hevur verið ein hending, sum verður kannað av løgregluni. Sambært Eurovision fer hendingin út um rætningslinjurnar fyri atburði hjá Eurovision.
Fleiri miðlar hava fingið váttað frá svensku løgregluni, at tey hava kannað eitt mál um ólógligar hóttanir. Svenska løgreglan hevur ikki váttað, at málið snýr seg um, at Klein skal hava sett fram hóttanir.
Ole Tøpholm væntar ikki, at málið fer at verða frammi í finaluni í kvøld.
Eurovision verður hesaferð hildin í Malmø.
/ritzau/