Onki grenj um bókmentir

Hóast lagt var upp til kreppufund á Bokmentadøgunum um støðuna hjá bókmentunum, heldur Carsten Jensen ikki, at nøkur orsøk er at stúra


Skjótu miðlarnir og floymurin av lættisoppabókum verða støðugt sæð sum ein álvarslig hóttan móti bókmentunum. Evnið var eisini uppi at venda á Bókmentadøgunum, men danski gestahøvundurin Carsten Jensen noktaði at fara við í kórið av grenji um kreppuraktu bókmentirnar. 


- Veruleikin er, at tað verða seldar fleiri bøkur enn nakrantíð. Gamaní er alt ikki líka gott, men fyri tað kann tað verða pláss fyri øllum. Eg elski til dømis Harry Potter bøkurnar,og havi lisið tær allar á tamb, kunngjørdi Carsten Jensen, sum svar uppá spurningin um ikki nettup Potter bøkurnar boðaðu frá eini óhepnari gongd. 


Heldur enn at síggja slíkar bøkur og skjótu miðlarnar sum eina hóttan, heldur hann hesi tilboðini verða tekin um eitt óvanliga ríkt og blómandi mentanarlív, har skaparahugurin stórtrívist.

Carsten Jensen stúrir heldur ikki fyri, at sjálvhátíðarliga akademiska bókmentaumhvørvið fer at hava eydnuna við sær í royndini at stinga góða smakin út í kortið.

- Hatta er eitt umhvørvið, har rithøvundarnir lata sum um, teir skriva bøkur til fólk, har forleggjararnir lata sum um, teir selja tær, men lesararnir nokta jú framvegis at lata sum um, teir keypa tær, minti Carsten Jensen á. 


Sjálvur hevur hann onki ímóti at verða umrøddur sum ein, sum "skítir á tann góða smakin".

- Eg eri fullgreiður yvir, at nógvir av mínum lesararum eru alt annað enn littererir - at mín bók kanska er tann einasta, tey hava lisið í fleiri ár. Tey lesa bókina, tí tey hava hug og eru annars fúkandi líkaglað um, hvør eg eri, ella hvat fyri slag av bókmentum, eg umboði, sigur Carsten Jensen og leggur afturat

- Uttan mun til, hvussu hótt ella trongligt, bókmentaumhvørvið er, so eri eg sannførdur um, at góðu søgurnar altíð fara at megna at sláa ígjøgnum. 


Sitat:


" Tær bestu skaldsøgurnar vórðu skrivaðar, langt áðrenn vit uppfunnu allar reglurnar fyri, hvussu skaldsøgur skulu skrivast" 


Carsten Jensen, rithøvundur