Fyrrapartin í gjár vórðu eini mayday-boð send út á VHF, kanal 16.
- Hetta elvdi til, at tyrla og fleiri bátar vórðu send út at hjálpa. Eftir stuttari tíð varð tó staðfest, at eingin vandi var á ferð. Tað vísti seg, at onkur hevði rópt mayday á kanal 16 í spølni.
Soleiðis siga tey á MRCC, sum hevur ábyrgdina av sjóbjargingini undir Føroyum.
Lagt verður aftrat, at slíkt spæl við neyðarkalli kann fáa álvarsligar fylgjur og tekur neyðtænastur burtur frá veruligum uppgávum.
Tá vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun varð spurdur, um hetta verður eitt løgreglumál, skiltist, at tað í fyrsta lagi er MRCC, sum metir um málið og tekur avgerð um, hvørt eitt slíkt mál skal fáa møguligar avleiðingar ella ei.
Alt bendir á, sigur MRCC, at tað var onkur, sum í spølni helst spældi við ein VHF-sendara og sendi eini mayday-boð út á kanal 16, og sum skilst hevur hetta helst verið eitt barn.
- Var talan um eitt vaksið fólk, sum sendi út neyðarkall í spølni, hevði viðkomandi helst fingið eina bót, tí ein kunngerð er galdandi um nýtslu av VHF-sendarum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.