- Onkusvegna kennist hetta óveruligt

- Eysturoyartunnilin fer at broyta gerandisdagin hjá túsundtals føroyingum, sigur Heðin Mortensen.

 

 

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum segði við hátíðarløtuna í ítróttarhøllini á Hálsi í kvøld, at Eysturoyartunnilin verður tjúgundi tunnilin í føroyska samferðslukervinum, og hartil er hann eisini tann longsti.

- Eysturoyartunnilin er 11 kilometrar og 250 metrar langur, og til samanberingar er tunnilin, har hann er lægstur, líka langt undir havinum, sum eitt nú Norðskálatunnilin er yvir havinum. Norðskálatunnilin er stívliga 192 metrar yvir havinum, og lægsta punktið á Eysturoyartunlinum er 187 metrar undir havinum.

Heðin Mortensen vísti á,  at arbeiðið at byggja Eysturoyartunnilin byrjaði fyrst í hesi øldini, tá privatir aktørar á fyrsta sinni tóku stig til kanningar, so finnast kundi út av, um møguleiki var at gera henda tunnil.

- Í mong ár arbeiddu bæði løgting og landsstýri út frá ætlanum um eina privata tunnilsloysn, men tá Eysturoyartunnilin av álvara varð settur í gongd, var tað tó við einum almennum tunnilsfelag.

Hann segði, at fyrsta skotið varð latið av á Strondum hin 21. februar í 2017 – ella fyri stívliga tveimum árum síðan. Skjótt og væl hevur gingist.

- Tí kunnu vit eisini standa her í dag, klár at skjóta tunnilin ígjøgnum, so opið verður undir sjóvarmálanum millum tær báðar størstu oyggjarnar í landinum. Høvuðsstaðurin og fólkaríka og virkisfúsa økið kring Skálafjørðin verða bundin saman, so tað um hálvtannað ár verður koyrandi ímillum.

Heðin Mortensen helt fyri, at hetta onkunvegna kennist óveruligt, men er so sanniliga eisini gleðiligt, tí hetta verður eitt frambrot av teimum heilt stóru í Føroya søgu.

- Av samlaða veganetinum í landinum, sum liggur um stívliga 900 kilometrar, fara vit við Eysturoyartunlinum at hava næstan 55 kilometrar av tunlum – og av hesum verða stívliga 22 kilometrar undir havinum.

Landsstýrismaðurin vísti á, at Eysturoyartunnilin er meira enn asfalt og kilometrar, tí einki er at ivast í, helt hann fyri, at hetta nýggja fasta sambandið fer at skapa nýggjar møguleikar, ið serliga fara at síggjast í miðøkinum í Føroyum.

- Allur Skálafjørðurin merkir longu nú spenningin, tí tunnilin gevur vinnuligar møguleikar, ið ikki vóru frammanundan, samstundis sum bústaðarmynstrið longu er broytt.

Hann segði, at stórur áhugi er fyri at búseta seg á Strondum, Skála, Toftum og í Runavík, umframt í bygdunum í grannalagnum, nú stutt verður at ferðast ímillum og eisini suður til Havnar.

- Royndir við slíkum tunlum vísa, at Havnin hevur stórar avbjóðingar fyri framman, tí ferðslan fer at økjast munandi, tá Eysturoyartunnilin verður veruleiki.

Heðin Mortensen helt fyri, at um vit dvølja við tann vinnuliga vinningin við Føroya longsta undirsjóvartunli, fer hann at broyta gerandisdagin hjá túsundtals føroyingum.

##med2##

- Alt snýr seg í dag um tíð, tí einki er so avgerandi fyri virðisøking sum tíðin, vit brúka, tí skjótari alt gongur, størri eru líkindini fyri at fáa meira burturúr. Bæði vinnan og vit øll fara at merkja mun, tá farleiðin millum Skálafjørðin og Havnina fer úr einum tíma niður í eitt gott korter, segði landsstýrismaðurin m.a. í røðu síni í kvøld.