Leikarnir í Grímu hava verið á venjingarskeiði í eina viku hjá svianum Gino Samil. Gino hevur drúgvar royndir sum leikstjóri, leikari og lærari við serkunleika innan komediu og cirkus siðvenju.
Leygardagin kl. 10.00 til 12.00 og 13.00 til 15.00 hevur Leikhúsið Gríma "Opið hús" fyri øllum áhugaðum.
Høvi verður at síggja venjingar og hópin av smáum leikbrotum við dansi, pantomimu og cirkuskendum klovnaleiki
Tað er ókeypis atgongd og fólk kunnu koma og fara sum teim listir.