Orduligt skrædl

NSÍ ger rættuliga bart í góðveðrinum í Gundadali, har meistararnir spæla steypadyst ímóti steypavinnarunum úr EB/Streymi.

Tíggju minuttir fyri leiklok er støðan 4-0 til NSÍ. Øssur Dalbúð skoraði til 3-0, tá ið tað restaðu trettan minuttir, og tíggju minuttir fyri tíð var tað Sjúrður Jacobsen, sum økti um munin til 4-0.