ORKA komin í endaumfarið í altjóða sangkapping

Føroyski bólkurin Orka eru ein av 11 finalistum, sum fara at kappast í altjóða sangkappingini Liet International, sum verður hildin í L?orient, Brittany í Frankaríki tann 27. november í ár.

Liet International er ein altjóða sangkapping fyri minnilutamál í Evropa. Høvuðsreglan er, at luttakararnir syngja á egnum máli. Tað er ikki loyvt at syngja á enskum.

 

Kappingin varð hildin fyrstu ferð í 2002 og hevur síðani fingið nógva umrøðu í evropeisku fjølmiðlunum. Áhugin fyri kappingini er alsamt vaksandi.

 

Í ár verður kappingin send beinleiðis í fronskum útvarpi og á heimasíðuni hjá Liet International. Harumframt fer franska sjónvarpstøðin France 3 at senda kappingina í sjónvarpi.

 

Tað er Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið, sum hava varpað ljós á kappingina her heima. Í ár stuðlar Norðurlandahúsið føroyska luttakaranum við at gjalda ferðaútreiðslurnar. Uppihaldið í Frankaríki verður goldið av Liet International.

 

Liet International hevur boðið Eyðfinni Jensen úr Kringvarpinum at verða við í dómsnevndini, sum skal finna vinnaran tann 27. november.

 

Ætlanin hjá Kringvarpinum og Norðurlandahúsinum er samstundis at kanna møguleikarnar fyri, at Føroyar kunnu gerast fastur limur í Liet International fyri at tryggja Føroyum pláss í altjóða finaluni á hvørjum ári. Tað merkir t.d. at ein innlendis undankapping skal haldast hvørt ár ? eitt slag av einum føroyskum Melodi Grand Prix. Tann fyrsta undankappingin verður møguliga hildin komandi ár.

 

Orka er fyrsti føroyski luttakarin, sum er komin við í endaumfarið í Liet International.

 

Fleiri upplýsingar um kappingina eru á heimasíðuni: www.liet.nl