Oscar veitslan kostar 200 milliónir

Í nátt klokkan eitt føroyska tíð verða Oscar virðislønirnar handaðar fyri 85. ferð. Mett verður, at kvøldið, har fólk innan filmsvinnuna verða heiðrað, kostar okkurt um 200 milliónir krónur.

 

Amerikanska bransjublaðið The Hollywood Reporter gjørdi herfyri nakrar útrokningar uppá, hvat stóra filmsveitslan kostar. Hetta hava tey gjørt við útgangsstøði í almenna rokniskapinum hjá felagnum, sum stendur fyri Oscar virðirslønunum, og við at samanlíkna prísir frá teimum ymsu veitarunum seinastu seks árini, hevur The Hollywood Reporter roknað seg fram til, at Oscar kvøldið hevði eitt virði á 216 milliónir krónur í 2012.

 

Roknað verður við, at hetta talið verður nakað størri í ár.

 

Bara hátíðarhaldið, har vinnararnir verða kosnir, kostar umleið 123 milliónir krónur. Av hesum pengunum fær verturin í ár, Seth MacFarlane, millum 85.000 og 140.000 krónur.

 

Tær 24 virðislønirnar, ið eru úr reinum gulli, kosta hvør 5000 krónur, og sostatt er samlaða virði á virðislønunum áleið 250.000 krónur.

 

Brævbjálvarnir, ið verða nýttir á veitsluni, hava bókstavir tryktar í gulli, og verða mettir at hava eitt virði á 60.000 krónur.

 

Í ár skulu eitt nú Norah Jones og Adele framføra á stóra kvøldinum. Fyri hesar framførslur fær hvør tónleikari minst 20.000 krónur.

 

Tá handanin er liðug, er stórt afterparty á skránni, og her verður heldur ikki spart upp á nakað sum helst. Vínið, ið er úr Californien, kostar eini 330.000 krónur, og franska sjampanjan av merkinum Thienot kostar eina hálva millión krónur. Maturin, sum plagar at vera onkur pinnamatur, liggur á umleið 315.000 krónum.

 

Afturat hesum er eisini trygd, pynt, senan og so framvegis, men tilsamans gevur Oscar showið eitt rættiliga gott yvirskot.

 

Hvørt ár fær felagið handan Oscar virðislønirnar meir enn eina hálva milliard fyrst og fremst frá Walt Disney, sum letur 425 milliónir krónur fyri at kunna senda handanina av virðislønunum á rásini ABC.

 

Ársins Oscar virðislønir verða latnar klokkan eitt í nátt føroyska tíð. Til ber at fylgja við á til dømis TV2 og DR1.