Í morgun hava vit hoyrt, at í minsta lagi 14 fólk eru dripin, harav trý børn, og 48 eru særd í russiskum álopum á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv í nátt.
Norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, fordømir russisku álopini.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, skrivar á X, fyrrverandi Twitter, at Russland velur rakettir fram um friðarsamráðingar.
- Russar velja at drepa heldur enn at enda kríggið, leggur forsetin aftrat.
Sambært ukrainsku verjuni sendu russar 598 dronur og 31 rakettir eftir Ukraina í nátt.
Norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, sigur við Verdens Gang, at Noreg førdømir russiska álopið.
- Russland hevur enn einaferð brutalt bumbað Kyiv við rakettum og dronum, og enn einaferð eru tað ósek, sum líða undir ólógligu russisku álopunum.
Espen Barth Eide sigur, at Russland vísir ongan vilja at steðga krígnum í Ukraina.
- Vit heita framvegis á Russland um at steðga krígnum í stundini. Okkara svar er framhaldandi dyggur stuðul til Ukraina, sigur norski uttanríkisráðharrin við Verdens Gang.
Lesið eisini:
ES-umboð rakt í russiskum álopi - https://www.in.fo/news-detail/es-umbod-i-ukraina-rakt-i-russiskum-rakettalopi-a-kiev